Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á sigur til FC Suðuroy

Her eru oddsini upp á dystin FC Suðuroy-Víkingur

Klokkan 14.30 byrjar fimti og seinasti dysturin í áttanda umfarinum í Betrideildini hjá monnum. Vesturi á Eiðinum í Vági tekur FC Suðuroy móti Víkingi.

 

FC Suðuroy er nummar átta í deildini við seks stigum. Víkingur er nummar seks við átta stigum. 

 

Verandi meistararnir, Víkingur hava eina sera stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til FC Suðuroy liggja millum 9,00 og 12,10.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,50 og 7,00.

 

Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 1,15 og 1,22.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##