Hondbóltur
Tapið í steypafinaluni leygardagin var fyrsta finalutapið hjá Kyndli síðani 1998, og tá verða bæði steypa- og FM-finalur taldar við.
Meira enn aðrir hava teir grønu víst, at teir eru eitt satt finalulið, og tí var iðranin um tapið kanska eisini størri, enn hon vanliga er hjá øðrum liðum.
- Tað er somikið langt síðani, at vit hava tapt eina finalu, at tað passar næstan ikki, segði Hans Áki Dal-Christiansen eftir dystin.
- Men vit brúka øgiliga nógvar kreftir í dag. Vit eru aftan fyri við fimm málum eitt skifti, og vit brúka øgiliga kreftir fyri at vinna okkum aftur í dystin. Og so er tað serstakliga tungt at halda fast.
Tit misnýta brotskast, tá tað stendur 20-20 og so sjálvandi aftur, tá tað stendur 27-26?
- Ja, tað er sjálvandi dýrt. Men tú kanst ikki geva einum brendum brotskasti skyldina fyri, at tú tapir. Tað er ein ræðulig støða hjá Bárði at standa í, tá tú brennir brotskast í seinastu sekundunum, men hann skal so ikki hoyra eitt ilt orð fyri tað. Bárður spældi ein fantastiskan dyst fyri okkum í dag, segði Hans Áki Dal-Christiansen eftir dystin.