Brøndby vann Royal League

Brøndby vann í kvøld norðurlendsku Royal League-kappingina, har teir møttu arvafíggindunum úr FC Keypmannahavn í finaluni, sum var spæld á Brøndy Stadion.

Dysturin endaði við einum 1-0 sigri til vertirnar. Í einum minni væl leiktum dysti megnaði heimaliðið at knógva meistarunum úr FCK. Einasta málið kom 5 minuttir undan steðginum, tá ið Martin Ericsson setti bóltin í netið eftir brotsspark. Harvið misti FCK møguleikan at vinna kappingina triðja árið á rað.