BRÆV til forseta U.S.A.´s

Yrking

 

Góði George W. Bush.


Fyrst av øllum má eg siga tær

mína djúpu samkenslu við

tí sorgarleiki

sum fór fram, tá ið illgerðarfólk framdu

óbótaligu illgerð sína

henda lagnudagin

11.september -

W.T.C., sum hoknaði niður og øll tey

sakleysu, sum lótu lív -

tað var gott, at tú

sjálvur og onnur sluppu undan við

lívinum.



Eg var heppin at síggja teg á

sjónvarpsskíggjanum, tá ið tú helt

røðu til tjóðina -

eg hoyrdi røðu tína sum var hon ikki bert til

amerikonsku tjóðina, men eisini til

mín og til

allar tjóðir og til

øll í øllum heiminum -

tí fyri mær var illgerðin ikki bert framd móti

U.S.A., men eisini móti øllum heiminum.


Tað fall mær heldur tungt fyri bróstið

tá ið eg hoyrdi teg siga millum tey fyrstu orðini og

sum tú legði serligan dent á og tey vóru

RÆÐUSKÍTAR ( COWARDS ) og at hetta skuldi

HEVNAST.


Gaman í -

eg dugi at skilja at fyrsti skelkurin eftir tílíka

ógvusliga illgerð fær

onkran forseta at leypa

framav


MEN

forsetanum í heimsins máttmiklastu tjóð

sømir seg lítið

at leypa framav og at lova

ILT


Eisini sá eg á sjónvarpsskíggjanum tað, sum harmaði meg

eins og onnur -

fólk dansa á gøtunum av frøi um sorgarleikin

-

løtu seinni sá eg mynd av ungari gentu, sum segði eitt,

sum eg

mátti leggja mær í geyma

Hon segði:

nú eru tað

tit amerikanarar, sum eru fyri eini

øgiligari og ófatuligari illgerð og tit mugu tola teir

ræðuleikar,sum vit eru so von við

nú kunnu tit á tykkara egna skinni kenna, hvussu

tað er at hava tað

sum vit -

ALTÍÐ

at vera fyri órætti

at vera eyðmýkt

at vera við undirlutan


Eisini sá eg teg í sjónvarpinum biðja

GUD vælsigna

Amerika -

hevði tað ikki sømt seg betur einum máttmiklum forseta

at biðja

GUD vælsigna heimin

allan sum hann er

og biðja hann varðveita okkum

øll sum eitt


AMERIKA er kortini ikki einsamalt i

HEIMINUM og

ØLL skulu vit liva

SAMAN



HOMO SAPIENS -

er tað ikki tað heitið, okkum dámar so væl

at reypa við -

nær verða vit so mikið

búgvin

at vit kunnu sýna tað í

verki

at vit hava vit og skil

og duga at

BRÚKA tað



Í samband við henda sorgarleik hevur mangur

skilamaður sagt sína hugsan um, hvat ið frægast er at

gera fyri at forða fyri slíkum illgerðum í

framtíðini

ALLIR eru teir so rørandi samdir um

JAGSTRAN

INNRÁS

BUMBUR

HEVND


IKKI

EINUM kemur til hugs

nakar annar møguleiki



Góði George W.Bush -

eg skal lýða tær í oyrað tað

sum eg hevði hildið

hevði sømt seg betur einum máttmiklum forseta sum

tær -

at hugsa teg um

eina ferð og tvær ferðir afturat


Hvør veit um ikki okkurt hevði kunnað

komið burturúr, um ein hevði

torað at vága sær sum eina roynd at

hugsa heilt øðrvísi

ella at hugsa tað beint øvugta av tí, sum vit eru

von við


Tað, sum eg meini er, at vit eru von við

at tað illa ella tað ónda (sum summum dámar væl at siga)

sum onkur ger móti mær, skal eg

løna honum aftur -

og tað er, at tað skal eg

hevna -

eyga fyri eyga og

tonn fyri tonn


Nú er tað kortini ikki so, at eg haldi tað

at um tú ert sligin á annan kjálkan, at tú eisini skalt venda

hinum skjálkanum til


MEN

Hvat heldur tú hevði hent, um tú hevði

hugsað teg væl um og síðan hevði

kunngjørt at nú skulu vit

leggja okkum annað skinn um bak


Eg veit,at hetta ljóðar bæði

naivt og banalt og utopiskt

men

hava vit ráð til at lata nakran

møguleika standa

óroyndan


Heldur enn at lata hevndarhugin fáa

takið á okkum

skulu vit taka í

egnan barm og spyrja:

HAVA VIT GJØRT NAKAÐ SKEIVT

og spyrja aftur:

HVAT HAVA VIT GJØRT SKEIVT

og so spyrja

HVUSSU KUNNU VIT GERA TAÐ GOTT AFTUR


Tú hevur sjálvur lagt dent á, at vit fara at stríðast fyri tí

DEMOKRATISKU politisku skipanini í opna

samfelagnum

RÆTTVÍSI og

FRIÐI í heiminum


Við tí í huga, at júst við at leypa á við

jagstran

innrás

bumbum og

hevnd

so hava

ILLGERÐARMENNINIR

fingið okkum í júst ta støðu sum teir hava roynt at stýrt

okkum í -

til at

LEYPA Á -

og nú kunnu teir rættvísgera sínar egnu framhaldandi

ILLGERÐIR -

og soleiðis kunnu teir lættari fáa undirtøku frá

trúarfeløgum, sum bert bíða eftir at fáa

vatn á mylluna til at lýsa

HEILAGT KRÍGGJ



Um teir fara at spyrja

ERU TIT

SYNDAFRÍIR


kanst tú so leggja hondina á hjartað

og fyri tað amerikanska fólkið siga eitt ljómandi

JA

-

NEYVAN


Ikki man tað vera neyðugt at nevna dømi



Góði Georg W. Bush -

um tú sum ein sannur

máttmikil forseti

hevði boðað illgerðarmonnunum frá:


HOYRIÐ nú hini gomlu

eg havi hugsað meg um og eg havi eitt

TILBOÐ til tykkara

so høvdu vit fingið virðing fyri tær sum

sannan máttmiklan forseta við

DIRVI

tí tá hevði tað verið teir, sum komu í

verjustøðu og

TÚ sum hevði trumfirnar og setti

TREYTIRNAR

og tað hevði verið

TÚ sum hevði

ÁBYRGDINA


Vit mugu ásanna at vit fáa

ONGAN FRIÐ VIÐ BUMBUM

og vit fáa ongan frið uttan samráðingar og

AVTALU


Tú kanst geva teimum tað tilboð

at tú vilt lurta eftir, um teir hava nøkur

YNSKI sum tú kannst umhugsa ella um

teirra ynski er fyrst og fremst at fremja

illgerðir uttan annað endamál enn at spjaða

ÓTTA OG RÆÐULEIKA


Um teir hava eina djúpari meining um eina aðra

RÆTTVÍSA samfelagsskipan og

FRIÐ

so kanst tú siga, at vit eru altíð fúsir at royna

allar møguleikar og leiðir fyri at bøta um

teir skeivleikar, sum kunnu vera atvold til ónøgd


UM

TÚ KUNDI LOVAÐ tað, so kunnu teir illa

krúpa undan einum slíkum tilboð og

tú hevði fingið teir í eina støðu, har tú hevði

STÝRINGINA og ikki minst, at nú sýndi tú tann

NÆSTRAKÆRLEIKA sum er grundarlagið undir øllum

ÁTRÚNAÐI



Fyri hesum tiltaki hevði tú fingið


FULLA UNDIRTØKU


Erling S