Hey Yngd!!
Fyrst vil eg siga takk fyri eitt gott blað.
Eg eri ein 16 ára gomul genta úr Havn. Eitt evni, ið sikkurt ógvuliga nógv ung ung vildu havt tykkum at tikið upp, er konsertmøguleikar hjá okkum ungu, 15-18 ára gomlu. Eg veit ikki hvussu tað er á bygd, so nú tosi eg bara um Havnina.
Tann 11. september varð hildin ein konsert í Badmintonhøllini. Sum nógv høvdu frætt, so skuldu Hjarnar og Kjell Elvis spæla. Eg eri hvørki áhugað í Kjell Elvis ella Hjarnum, men eftir sum at tað er so sjálvdan, at kosert verður hildin, so fóru eg og nógv onnur við á konsertina.
Tá eg kom niðan fekk eg at vita, at tað kostaði 150 kr. at sleppa inn. No way fór eg at gjalda 150 kr. Og so er spurningurin: »Hví kostar tað altíð 100?150 kr. at sleppa inn?«. Jú, tað er av tí, at tá ið konsert er, ganga nøkur og bróta vask, WC-kummur o.s.fr. í høllini, og tí verður tað dýrari at sleppa inn, tí at vit (eisini tey, ið einki bróta) skulu gjalda fyri skaðarnar, sum eitt fátal av fólkunum ger.
Hvat kann verða gjørt fyri at støðga hesum? Hvat við at seta vaktir, sum eru yvir 20 ár, í staðin fyri t.d. nøkur úr svimjifelagnum, sum eru eini 16?17 ára gomul. Tað hevði hjálpt!
Og hví skal ein konsert verða hildin 1 ferð í 4 vikur? Hví kann eitt diskotek ikki verða hildið í staðin, t.d. eina ferð um vikuna í einum minni høli?
Eg vóni at nakað verður gjørt við hetta, áðrenn eg verið 18 ár.
Heilsan lambamæ
Ja, hetta er avgjørt eitt evni, sum vit kundu tikið upp her í Yngd. Tað verður so ikki í blaðnum hesu ferðina, men hav eygni opin komandi vikurnar, so skal tað nokk koma.
Fløgan er longu send til tín. Eg havi spurt meg fyri hjá 3-aranum, og siga teir at tú ert væl komin at býta hana um, um so er, at tú ikki vilt hava hana, ella um tú eigur hesa fløgu framman undan.
Halló!!!
Takk fyri eitt nøkunlunda gott blað. Tit royna ofta at gera nógv burtur úr føroyskum viðurskiftum, og tað haldi eg verða gott.
Eg haldi bara eisini, at tit kundu roynt at gjørt meira við tey evni, sum sjáldan verður tosað um her á landi. Eitt fínt dømi um eina slíka grein, var tá tit skrivaðu um piratkopiering. Eg saknaði gott nokk at tit fóru meira í dýbdina við evninum, men annars var tað ein góð grein. Meira av hasum slagnum av greinum, við kanska eitt lítið sindur meira av kjøti uppi á.
Beint nú veit eg ikki so øðiliga nógv meira at skriva, men eg hopi bara at eg sleppi at vinna onkra fløgu.
Heilsan ein rockari
Ja, gott at fáa at vita um okkurt, sum vit møguliga skuldu gjørt meira við. Sum eg havi skrivað fyrr, so verður blaðið tó ikki betur enn tað, sum lesararnir gera tað til. Sigi tí frá, tá tað er okkurt sum tit eru ónøgd ella nøgd við. Eg skal so ikki geva tykkum órætt, bara tí tit hugsa eitt lítið sindur øðrvísi enn vit her á Yngd.
THE NIGHT
I?m sitting by the table late at night
working on a song I can´t complete
so much I wanna tell you
but i don?t know where to begin
but let me begin by telling you
what I think about the night
I?m sitting by the window wonder what I like about the night
it?s dark, it?s scarry
but the silence of the nature and the bright stars on the heaven
is one of the most beautiful things the nature can offer
I look out the window the rain has gone
I?m alone with this song I can?t complete
the only excuse I have is the first time I have wrote a song
the only thing I have back to say
close your eyes and listen to the silence of the night
and imagine the stars on the heaven
goodnight and have a sweet dream
Written
By
Eyðun