Bragdið kann endurtaka seg

Føroyar hava næstan 20% møguleika at vinna ímóti Norðurírlandi, meta veddingarfyrtiøkur.

Tað verður lagt til merkis, at føroyska A-landsliðið í fótbólti hevur skapt góð úrslit seinastu tíðina. Veddingarfyritøkur, sum hava serfrøðingar at rokna sannlíkindi fyri hvør vinnur dystirnar, hava hug at geva Føroyum betri og betri møguleikar.


Í løtuni bjóða 61 veddingarfyritøkur odds upp á landsdystin ímillum Føroyar og Norðurírland í annaðkvøld. Miðaloddsið á ein føroyskan sigur er 5.59, og svarar tað til at tær meta Føroyar hava umleið 18% møguleika fyri at vinna dystin.


Okkurt bendir á, at Føroyar kann fremja enn eitt bragd, tí hesin 18% møguleikin er betri enn tá ið Føroyar í juni gjørdu av við Grikkaland á Tórsvølli. Tá spáddu veddingarfyritøkurnar, at Føroyar høvdu umleið 13% møguleika at vinna dystin.


Tað er ógvuliga sjáldsamt, at tað fæst eitt høgt odds upp á mótstøðuliðið hjá Føroyum, men hesaferð fæst 1.73 upp á sigur til Norðurírland. Hetta er hægsta oddsið á móstøðuliðið síðani 11. oktobur 2013, tá ið odds 2.20 fekst upp á at Kasakstan fór at vinna á Tórsvølli. Tann dysturin endaði við 1-1-javnleiki.


Um tú trýrt upp á ein føroyskan sigur fríggjakvøldið, so er besta oddsið at fáa hjá Bet365, sum hevur odds 6.50 upp á Føroyar. Betway hevur besta oddsið á javnleik við odds 4.00, meðan Coral bjóðar odds 1.73 upp á Norðurírland.