Lógvabrestir fóru um alla Sandavágs kirkju, tá Eivør Pálsdóttir sang í kirkjuni skírisdag. Hetta var helst størsta upplivilsið í kirkjuni hesa øldina, halda fólk. ?Tað størsta hesa øldina?.
Hetta er yvirskriftin á heimasíðuni hjá Sandavágs kommunu um konsertina hjá Eivør Pálsdóttir í Sandavágs kirkju í gjár.
Konsertin verður av mongum mett sum størsta upplivilsið í kirkjuni hesa øldina, tí her var komin songkvinna í heimsflokki, sum tikið verður til. Røddin hjá Eivør man vera ein av teimum allarstørstu, sum ljóðað hevur í kirkjuni hesi árini.
Høvið til konsertina er, at tað seinni í hesum mánaðinum eru liðin níti ár, síðan kirkjan varð vígd.
Kirkjan var stúgvandi full av fólki, tá konsertin byrjaði.
Eivør legði fyri við gamla sálminum ?Jeg vil min Herre prise?, og síðan sang hon eitt breitt úrval av kendum løgum.
Fólk dámdu sangin. Tað bóru lógvabrestirnir, sum rungaðu um alla kirkjuna, týðilig boð um.
Tað er annars ikki vanligt, at kirkjugangarar í Sandavági soleiðis sita og klappa.
Ein av sangunum, sum Eivør sang - ?Where are the angels?? - helt onkur vera ein løgnan ?spurning? at seta, tí júst í hesi løtu sungu einglarnir í Sandavágs kirkju!
At end á konsertini sungu systrarnar, Elinborg og Elisabeth Maria, saman við stórusystrini. Saman sungu tær sangin, sum júst er um tær báðar.
Konsertin hjá Eivør Pálsdóttir var eftir øllum at døma eitt stórt og ógloymandi upplivilsi.