Áhugin fyri steypafinaluni ímillum B36 og KÍ er rættuliga stórur.
At áskoðarametið fyri steypafinaluna stendur fyri falli er einki at ivast í. Hagtølini eru eitt sindur ivasom, men nógvu tey seinastu árini hevur størsta áskoðarafjøldin verið tey, sum í fyrraárið hugdu at finaluni ímillum somu feløg, sum spæla finaluna ólavsøkudag. Ta ferðina vóru trý túsund eygnavitni til 3?1 sigurin hjá KÍ á B36.
Lítla søgu
Hvørki B36 ella KÍ eiga serliga nógvar steypasigrar. Tað eru tíggju ár síðani, at B36 vann steypafinaluna. Síðani tað í 1955 var farið undir steypakappingina hava teir bara vunnið tvær ferðir ? ísafjarðarsúluna í 1965 og løgmanssteypið í 1991.
KÍ hevur vunnið steypakappingina fimm ferðir. Klaksvíkingar vunnu løgmanssteypið í 1966 og í 1967, og teir hava vunnið løgmanssteypið í 1990, 1994 og í 1999.
Favoritturin kiksar viðhvørt
B36 er favorittur hesa ferð. Teir hava verið sannførandi í landskappingini, har teir bara hava tapt ímóti GÍ, og teir gjørdu rættuliga av við KÍ, tá liðini hittust í landskappingardysti í Gundadali. Tað var 17. juni og í 7. umfarinum, at B36 vann 5?0 á KÍ.
Undan summarsteðginum gekk tað sum eftir ánni hjá B36, sum er næstfremst, meðan tað gekk sera striltið hjá KÍ, sum er á sætta plássi.
Men hóast B36 er upplagdur favorittur, og hóast tað hevur roynst illa hjá KÍ higartil í ár, so er tað væl hugsandi, at talan verður um eina spennandi finalu, har úrslitið ikki er givið frammanundan.
Hagtølini í níti árunum siga, at oftast er tað soleiðis, at tað liðið, sum er omaná í landskappingini, vinnur steypafinaluna. KÍ var nummar eitt og B36 nummar tvey, tá KÍ í 1999 vann finaluna 3?1 ímóti B36, og í 1998 var HB fremst og KÍ næstfremst í landskappingini, tá HB vann finaluna 2?0 ímóti KÍ.
Men tað er ikki altíð tað liðið, sum er betri fyri í landskappingini, tá finalan verður spæld, sum vinnur løgmanssteypið.
Síðsta dømið um hetta var finalan í fjør. HB var nummar eitt á støðutalvuni, og GÍ var á sjeynda plássi. Men Óli Hansen skoraði í 20. minutti, og HB megnaði ikki at svara aftur.
Í 1997 vann GÍ 6?0 á VB. Tá var VB á triðja plássi og GÍ á fjórða plássi í landskappingini.
KÍ hevur eina ferð áður víst, at eitt lið niðarlaga á støðutalvuni kann standa seg væl í steypafinaluni ímóti einum ovari støddum liði. Í 1994 vann KÍ 2?1 í finaluni ímóti B71. Tað var ta ferðina, at Jákup Mikkelsen, sum spældi seinasta dystin fyri KÍ, skoraði upp á brotsspark. Tá finalan varð spæld, var B71 fremst í landskappingini (tað hava teir ikki verið síðani tá), meðan KÍ var á sjeynda plássinum.
Tað vil við øðrum orðum siga, at tað gongur ikki altíð eftir bókini. Um tað fer at gera tað ólavsøkudag ella ikki fer kanska metstór áskoðarafjøld at vera vitni til.