Brandskeið fyri alla bygdina

Tað er ikki á hvørjum degi at alt bygdarfólkið sleppur á brandskeið. Hetta er kortini tað sum Skálafjarðar Sløkkilið tekur stig til leygardagin 26. mai.

Henda dagin fáa øll á Selatrað møguleika at fáa størri kunnleika um eld og eldsløkking, og síðani sleppa tey bæði at sløkkja eld við brandteppi og við eldsløkkjara.

Skeiðið, sum er ætlað bæði ungum og gomlum, varir í einar tveir tímar. Hetta er ein partur av tí fyribyrgjandi arbeiðinum hjá sløkkiliðinum og ein liður í tilbúgving teirra.

Skálafjarðar Sløkkilið er sløkkilið hjá Nes, Sjóvar, Runavíkar og Funnings kommunum.