Brandstøðin fingið hatt

Hóast veðrið ikki hevur verið til vildar í vetur, so gongur arbeiði, at byggja nýggja brandstøð í Fuglafirði eftir ætlan, sigur býarverkfrøðingurin

Dánjal Højgaard


Enn sær hon heldur tómlig út. Men nýggja brandstøðin í Fuglafirði verður liðug sum ætlað 1. mars.

Tað sigur Pætur Joensen, býarverkfrøðingur í Fuglafirði.

Brandstøðin varð reist í desember og nú verður arbeitt av øllum alvi, at inniloka støðina, so at hon kann verða tikin í nýtslu sum ætlað.

-Tað gongur sum tað skal. Vit rokna við, at verða liðug til 1. mars, sigur býarverkfrøðingurin.



2,2 milliónir

Gólvvíddin í nýggju brandstøðini í Fuglafirði verður tilsamans 250 fermetrar.

Í niðastu hædd verður garaga, har sløkkiliðsbilar og sjúkrabilur fara at standa. Í ovaru hæddunum verða skrivstova, fundarhøli, køkur, wc og baðirúm.

Tað er Fuglafjarðar kommuna sum fíggjar nýggju Brandstøðina, ið er mett at kosta 2,2 milliónir krónur. Brandstøðin hevur í nøkur ár hildið til í einum bygningini, sum Fuglafjarðar kommuna eigur á keiøkinum.