Brandur afturvaldur sum formaður

Víkingur hevur hvat aðalfund og formaðurin heldur fram

Fótbóltsfelagið Víkingur hevur í gjár havt árliga aðalfundin. Formaðurin seinnu árini, Brandur Jacobsen, stóð fyri afturvali. Hann stillaði upp, bleiv afturvaldur og heldur fram sum formaður í felagnum.

 

Les eisini: Hanna Olsen er ársins eldsál

 

Jeffri Olsen og Elin Vatnhamar Olsen stóðu eisini fyri afturvali og blivu afturvald. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Elini Vatnhamar Olsen sum skrivara og Jeffri Olsen sum nevndarlimi.

 

Hini í nevndini eru Ólavur Thomsen, næstformaður, Hanna E. Olsen, nevndarlimur og Jákup Poulsen, nevndarlimur