Gongst eftir ætlan, so verður nýggja fløgan við Brandi Enni at síggja á handilshillunum nakað skjótt. Nógvir góðir tónleikarar og sangskrivarar hava verið við í hesi ætlan, sum Studio Pegasus stendur fyri.
Brandur gjørdi fyrstu ferð vart við seg sum sangara, tá hann sang á fløguni Mánadags Mortan og síðani kom hann upp í liðið av Kulum Rótum í Klaksvík og hann hevur prógvað, at hann er framúr sangari.
Men hann er eisini horntónleikari. Og í heimbygdini Tvøroyri hevur hann ? hóast sín unga aldur - í fleiri ár verið partur av Tvøroyrar Hornorkestri, eins og restin av familjuni.
Á heimavølli
Brandur hevur ferðast nógv, nú upptøkur hava farið fram til nýggju fløguna. Mong av bestu høvdunum innan føroyskan tónleik hava gjørt sítt til, at fløgan gerst veruleiki og upptøkur eru farnar fram í Klaksvík, í Havn og í Danmark.
Men ein partur av framleiðsluni, ið ætlandi skal við á fløguna, fer fram á heimavølli. Brandur hevur í vikuni verið í upptøkuhølum á Tvøroyri. Og umframt at syngja, so hevur hann eisini leikt bæði trompet og cornett á hesum upptøkum, tí hann er stinnur hornleikari.
Um vikuskiftið fara upptøkur til fløguna fram í Danmark.