Ungi tvørádrongurin, Brandur Enni, skal í dag, leygardag, hava konsert á Broadway í Reykjavík í Íslandi. Har fer hann á pall saman við íslendsku Jóhonnu Gúðrun, sum eisini hevur vitjað í Føroyum.
? Áhugin fyri Brandi vísir seg vera stórur. Herfyri hevði heimasíða hansara 900 vitjanir uppá ein dag, og var meginparturin av teimum úr Íslandi, sigur Steintór Rasmussen, sum er umboðsmaður Brand.
Stakfløgan »Still Friends« verður eisini útgivin í Íslandi í dag, og verður hon væntandi at fáa í Føroyum um eina viku.
Tann 19. februar verður »Waiting in the Moonlight« givin út sum stakfløga í Danmark, og tann 13. mars kemur plátan út har.
Filmurin, »The Way I am« fekk annars góða móttøku, tá hann varð vístur í íslendska Ríkissjónvarpinum her fyri.
? Brandur er sjálvsagt spentur. Tað er ein stórur møguleiki at sleppa at spæla á Broadway, sigur Steintór.
Við sær hevur Brandur seks tónleikarar, tríggjar dansarar, umframt tíðindafólk. Millum annað verður ein tíðindamaður við frá danska blaðnum BT, sum skal fylgja við á konsertini.
Myndatxt: Brandur Enni verður í dag at síggja í Íslandi. Har skal hann hava konsert á Broadway saman við Jóhonnu Gúðrun