Brandur: Eg eri errin

Video: Brandur Hendriksson Olsen er errin um nýggja sáttmálan við FCK

Fyrr í dag gjørdi 18 ára gamli Brandur H. Olsen úr Skálavík trý ára sáttmála við FCK. Hann sigur í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá FCK, at hetta var ein deiligt avkláring at fá, so hann nú kann hugsa um at menna seg sum spælara.

 

Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Hetta hevur stóan týdning fyri meg. Hetta er tað eg havi arbeitt so hart fyri í fleiri ár. Tað er deiligt at fáa løn fyri alt tað harða arbeiði tú gert í gerandisdegnum og á vøllinum. Eg eri errin, sigur Brandur og leggur afturat;

 

Les eisini: Brandur gjørt nýggjan sáttmála við FCK

 

- Tað er ein avkláring fyri meg. Hetta merkir, at eg róliga kann arbeiða við at menna meg sum spælara, sigur U21 landsliðsmiðvallarin við FCKTV.

 

Les eisini: Brandur legði upp í FCK sigri

 

Spurdur um hvørjar eginleikar hann hevur á vøllinum svarar hann soleiðis;

 

- Eg havi eitt gott høgra bein, gott yvirbilkk og eitt gott eyga fyri viðspælarunum. Nú er málið at gera tað so gott, sum eg nú eina ferð kann til venjing og á eykaliðnum. Síðani er málið at nærkast liðuppstillingini hjá besta liðnum, sigur Brandur H. Olsen at enda.