Klokkan 14.30 í morgin verður fyrsta bríksl í 27. og síðsta umfari í ársins landskapping í fótbólti.
Tað er longu greitt, at KÍ hevur vunnið FM, og KÍ fjepparar í stórum tali rigga seg til seinnapartin í morgin fara at út til Runavíkar at vera hjástødd, tá ið FM steyp og gullkrónur verða handað. Higartil í ár er KÍ í 26 landskappingardystum ikki farið av vøllinum uttan úrtøku. KÍ hevur vunnið 22 ferðir, og fýra ferðir er tað endað javnt.
Ímóti NSÍ hevur KÍ fyrr í ár vunnið 2-1 í Runavík og 3-2 í Klaksvík.
Hjá NSÍ snýr tað seg um at vinna silvurkrónurnar, sum teir gulu og svørtu størsta partin av kappingarárinum hava verið favorittar at vinna. Sunnukvøldið tapti NSÍ 3-0 í Gundadali ímóti HB, og tað bar við sær, at nú er tað HB, sum er næstfremst, og sum við sigri í Gøtu í morgin fer at tryggja sær silvurkrónurnar.
Hjá NSÍ eru fyritreytirnar undan KÍ dystinum munandi verri, enn tær vóru undan HB dystinum.
Í 93. minutti í Gundadali sunnukvøldið noyddist Klæmint A. Olsen skaddur av vøllinum. Tað ljóðaði fyrr í vikuni, at hann fór at vera klárur at spæla í morgin. Nú er tað greitt, at hann verður ikki við. Skaðin í knænum hevur hildið honum burtur frá venjing í hesi vikuni, og Klæmint verður ikki førur fyri at spæla í morgin.
Í gjárkvøldið var tað av álvara steinur oman á byrðu, tá ið miðvallarin og spælskiparin hjá bæði NSÍ og landsliðnum Brandur Hendriksson Olsen noyddist at gevast við at venja. Orsøkin var, at hann var skaddur í knænum.
Í dag stuðlar Brandur seg á høkjum. Enn er tað ikki greitt, hvussu álvarsaman skaða talan er um, men tað er greitt, at Brandur verður ikki førur fyri at spæla ímóti KÍ í morgin.
Fyrrverandi KÍ spælarin Jasper Van Der Heyden hevur síðstu vikurnar verið væl upplagdur í framrættaða plássinum í høgru hjá NSÍ. Í gjárkvøldið noyddist hann at gevast at venja, tí vøddaskaði í lærinum argaði. Enn er ikki greitt, um hann verður førur fyri at spæla í morgin.
NSÍ – KÍ: Heini Ziska Viðoy leygardagin kl. 14.30.











