Brandur flytur til Randers

Føroyski landsliðssspælarin hevur skrivað undir trý ára sáttmála við superligufelagið

Loksins er avgjørt, hvar 20 ára gamli landsliðsspælarin Brandur Hendriksson Olsen fer at spæla fótbólt næstu árini.

Tað verður í Randers, at miðvallarin skal stríðast fyri at sleppa framat. Sambært heimasíðuni hjá felagnum er talan um trý ára sáttmála. Í morgun hevur hann verið til kravdu læknakanningina.

 

Brandur spældi undan summarsteðginum í Vendsyssel í næstbestu deildini. Hann hevur verið sáttmálabundin í FCK, men útlitini fyri at sleppa framat á besta liðnum vóru ikki serliga góð. Brandur veit, at tað eisini í Randers er kapping um plássini:

-Eg veit, at eg skal arbeiða nógv fyri at sleppa á liðið. Tað eru nógvir góðir spælarar í felagnum og harvið stór kapping um plássini, men eg gleði meg at fara undir uppgávuna og at staðfesta, at eg havi evnini at gera mun á hægsta støði í donskum fótbólti, sigur Brandur Henriksson Olsen við heimasíðuna hjá Randers FC.

 

Í Randers siga teir seg vera fegnar um, at Brandur nú er Randers spælari:

-Hann er framrættaður og hevur góðan tekniskan førleika, og hann er førur fyri at spæla í øllum plássunum á framrættaða partinum av liðnum. Hann sparkar ógvuliga væl og er tískil hóttan í sambandi við deyðbóltar. Tí er hann áhugaverdur spælari, sum vit fegnast um at hava fingið fatur á, sigur ítróttarstjórin í Randers FC Ole Nielsen við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Brandur er fjórði føroyski spælarin í superliguni. Hinir eru Jóan Símun Edmundsson í OB, Hallur Hansson í Horsens og Gilli Rólantsson Sørensen í AaB.