18 ára gamli Brandur Halgirsson var eitt heldur óvæntað navn á listanum, tá ið hondbóltslandsliðið var úttikið í gjár.
Ungi hoyvíkingurin hevði heldur ikki heilt væntað at verið millum teir útvaldu. Hann var fyrstu ferð við A-landsliðnum á Finnlandstúrinum herfyri, men er kortini ovfarin av at sleppa við til avgerandi undankappingardystirnar.
-Eg hevði ikki væntað tað, sigur ein fegin Brandur Halgirsson og heldur fram: - Eg hevði fingið at vita at eg ikki skuldi væntað nakað og at eg allarhelst ikki fór at vera úttikin.
Tí fylgdi nýggi landsliðsleikarin heldur ikki við í tíðindafundinum um úttøkuna, men sat í staðin og skikkaði sær í skúlanum, tá ið telefonin fór at gera um seg.
-Mamma skrivaði til mín og segði til lukku. Eg visti ikki hvat var hent, tí eingin hevði sagt nakað við meg. Sára frá HSF bað meg so koma oman til fundin har eg so fekk tað endaliga staðfest, sigur Brandur Halgirsson.
18 ára gamli hoyvíkingurin er væl og virðiliga yngsti leikarin í hópinum, men hetta er hann ikki óvanur við. Hann vísir á, at hann eitt nú var við U21-landsliðnum í Algeria sum 17 ára gamal, saman við fleiri av hinum leikarunum í hópinum.
Mótstøðuleikararnir verða eisini tað eldri, eins og væntast kann at teir fara at vera sera tungir og sterkir, men hetta nervar ikki unga verjuserfrøðingin.
-Tað er altíð stuttligt at spæla móti leikarum, sum hava kropsligu styrkina og tyngdina. Tá tú fært avbjóðingar er tað altíð stuttligt at spæla, sigur Brandur Halgirsson.
Hetta verður ikki fyrstu ferð at føroyingurin skal vera á vølli við heimsstjørnum, tí hann hevur nevnliga spælt ungdómshondbólt í týska stórfelagnum, Flensburg-Handewitt, har eitt nú danska stjørnan, Rasmus Lauge eisini spælir.
-Eg vandi við besta liðnum hjá teimum nakrar ferðir, so hetta verður ikki fyrstu ferð at eg standi yvirav Rasmus Lauge, sigur Brandur Halgirsson, og leggur afturat at danin møguliga fær eina heilsu frá føroyingunum.
Yvirhøvur gleðir føroyingurin seg nógv at sleppa at royna seg móti stjørnunum.
-Hetta er tað eg droymi um við hondbóltinum, at sleppa at spæla móti teimum bestu, sigur Brandur Halgirsson, og leggur at enda afturat, at hann fer at gera sítt besta um hann fær nakrar minuttir á vøllinum.