Brandur Hendriksson Olsen fekk 86 minuttir á vøllinum, og var sera eyðsýndur á vøllinum, tá lið hansara, Vendsyssel FF vann 1-0 á Næstved á útivølli í dysti í næstbestu fótbóltsdeildini í Danmark. Hallur Hansson byrjaði eisini inni, og fekk 58 minuttir á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út.
Sigursmálið fall í 32. minutti. Talan var um eitt gott samanspæl millum Hall Hansson og Brandao, sum endaði við, at Brandao prikaði bóltin inn til 1-0.
Vendsyssel liggur á fimta plássið við 47 stigum. Liðið hjá Viljormi Davidsen, Vejle hevur eisini 47 stig. Fýra stig eru upp til Silkeborg, sum liggur á triðja plássi við 51 stigum. Lyngby er á odda við 60 stigum, og AC Horsens er nummar tvey við 57 stigum. Trý tey ovastu liðini flyta upp í donsku superliguna.
Mikukvøldið spælir Vendsyssel FF á útivølli ímóti Lyngby. Sama kvøld spælir Vejle á útivølli ímóti AC Horsens.
Fýra umfør eru eftir at leika í næstbestu fótbóltsdeildini í Danmark. Snávar Silkeborg, og taka Vendsyssel FF og Vejle av møguleikanum tá kunnu vit fáa eitt føroyingalið upp í superliguna.