Brandur situr tryggur

Brandur Sandoy heldur eftir øllum at døma fram sum borgarstjóri á Sandi. Brandur hevur seinastu setuna verið borgarstjóri, og tað verður hann eftir øllum at døma eisini komandi setuna.

Listi A, har Brandur Sandoy er oddamaður, vann sær í kvøld fýra av teimum sjey býráðssessunum, meðan listi B við Páll á Reynatúgvu fekk tríggjar sessir.

Valluttøkan á Sandi var óvanliga høg. Fleiri enn 92% av teimum, sum hava valrætt, hava greitt atkvøðu til valið hesaferð.