FCK og Vendsyssel hava í dag kunngjørt, at Brandur Hendriksson Olsen verður útleigaður frá FCK til Vendsyssel. Talan er um leigusáttmála fyri komandi hálva árið.
Les eisini:Hallur longt við Vendsyssel
Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur ikki fingið so nógva spælitíð hjá FCK hetta kappingarárið. Hann spældi annars ein avgerandi leiklut í fleiri dystum móti endanum av farna kappingarárið, men síðani summarsteðgin hevur hann fyri tað mesta siti á bonkinum.
Vendsyssel hevur longu Hall Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen í hópinum. Sostatt verður Vendyssel ein ordans føroyingafelag til seinnu hálvu. Vendsyssel liggur nummar tvey í næstbestu deildini í Danmark, og er á uppflytingarkós.