Brandur, Tróndur og Heiðrun heiðraðu tónleikinum

Eitt av mongu tiltøkunum í Miðlahúsinum um ólavsøkuna var konsert við Brandi og Tróndi Enni, ið høvdu Heiðrun Petersen við á fiól

Brandur Enni hevur fingið rósandi orð við á vegnum, nú hann hevur stovnað nýggjan bólk, og er farin frá lívinum sum barnastjørna, til at vera ein evnaríkur unglingi. Hann hevur klárað lopið um ættargjónna og er heilskapaður lendur í vaksnamannaliðnum, har hann ikki stendur aftanfyri aðrar, ið royna síni kynstur.
Brøðurnir Tróndur og Brandur borga altíð fyri einum frískum innslag og tað gjørdu teir eisini á ólavsøku í Miðlahúsinum tann 28. juli.
Saman við sær høvdu teir Heiðrun Petersen á fiól og hetta riggaði sera væl. Hendan hálvakkustiska samansetingin við tveimum røddum, bassi, guitari og fiól riggaði væl. Eisini legði samansetingin upp til sangir av friðaligari slag, um enn pulsurin ikki nýttist at falla heilt í fátt. Og tað gjørdi hann heldur ikki, tí á skránni var bæði friðarligt og vakurt, men eisni løg, ið ein ikki kundi sita heilt stirvin og lurta eftir, tí væl ljóðaði og tað swingaði.
Tróndur fekk roynt seg við eitt nú sanginum hjá Hanusi Á Tíðarhavi og við eini sera væl eydnaðari framførslu av einum lag hjá James Blunt.
Brandur prógvaði seg sum tann óføra sangara, ið hann er, og so eisini sum tónasmið. Tað er stuttligt at hoyra, at Brandur veruliga er harri yvir kynstrinum at skriva sangir, tí hetta kann bera hann longur fram á veg, í mun til, um hann her skuldi sett álit sítt á aðrar kreftir.
Løgini Einans Koss og so eitt spildur nýtt, sum hann júst hevði skrivað (kanska tað æt Kristina??, blðm.), standa sterk.
Teir báðir Enni brøðurnir høvdu sett Heiðrun Petersen millum sín og hon kom sera væl frá uppgávuni. Bæði við soslostykkjum og sum mjúk bakgrund riggaði væl og hon sá eisini út til at trívast millum teir báðar dámligu tvøramenninar.
Fólk fegnaðist og rópti ein afturat, tá teir tey høvdu spælt síðsta lagið og tað er ikki at undrast á, men hesi mugu so bara vóna, at hendan samansetingin verður at hoyra aftur eina aðruferð.