Bogi Eliasen, cand.scient.pol
-------------------------------
Í hugmynd okkara er Brasil fótbóltssvakasta landið í heiminum. FIFA avgerðin um at heimsmeistarakappingin í fótbólti í 2014 skal tillutast Brasil, fær ikki mangan at undra seg.
Ítróttarkappingar eru ikki bert um ítrótt, tær eru eisini Big Business. Tí eigur fyrsti spurningurin aftaná eina avgerð viðvíkjandi eini størri ítróttarkapping at vera, hvat kunnu vit bjóða?
Pengamaskinur
Peningurin í ítrótti gerst størri og størri og nógvar av ítróttarkappingum eru stórar fíggjarligar hendingar. Serliga tá talan er um HM í fótbólti og um Olympisku Leikirnar er umsetningurin stórur. Allur bygnaðurin til kappingar skal leggjast til rættis og byggjast upp og tað hevur við sær leikvallir, gistingarmøguleikar, betran av infrakervi, trygd o.s.fr.. Síðan er talan um at finna almennar stuðlar. Nógv sambond eru at vinna í sjálvum kappingunum og so tí virksemi, sum fer fram í hesum kappingum.
FIFA menningarpolitikkur
Altjóða fótbóltssamgongan FIFA hevur seinnu árini eisini víst seg at vilja menna menningarlond, við at geva teimum kappingar. Komandi HM endaspælið í Suðurafrika er dømi um hetta. Henda kapping er latin Suðurafrika, men við treytum um hvørji viðurskifti skulu verða í lagi. Sama er í Brasil. Her var tó eingin ivi um, at Brasil skuldi fáa vertskapin, tí kappingin skuldi haldast í Suðurameriku og bert Brasil metti seg hava førleikarnar, tað síðan 2003 verið greitt. Hóast hetta eru fyrireikingarnar ikki veruliga komnar í gongd enn, og tí er nógv arbeiði sum skal gerast og nógv arbeiði sum bjóðast kann uppá.
Menningarland í framgongd
Brasil er enn eitt menningarland, men eitt land sum vil framgongd. Trupulleikarnir eru enn stórir, men eingin ivi er um, landið fer at taka seg nógv fram komandi árini. Landaøkið Brasil verður av flestu mett sum einasta øki í heiminum, ið rúmar nógv størri framleiðslu av mati, bæði kjøti og landbúnaði. Tí verður í dag longu sagt, at Brasil verður heimsins matkovi. Brasil er tilafturskomið á nógvum økjum og ein alt ov stórur partur av fólkinum livir í fátækradømi. Har er eisini ein rímiliga stórur partur av fólki, sum hevur keypiorku. Brasil verður vanliga sett at verða 10. størsti búskapur í heiminum og gongur undir heitinum sum BRIK land (Brasil, Rusland, India, Kina), sum í framtíðini verða mett at fáa stóran týdning.
At hugsa um Brasilska marknaðin er heldur ein spurningur um fokus, enn um hvat, tí møguleikar eru fyri stórt sæð øllum
Møguleikar
Møguleikarnir hjá Føroyum og føroyskum fyritøkum eru stórir. Brasil hevur eina langa strandalinju og eina fiskivinnu, sum verður ment men enn ikki er komin langt á leið. Nógv bygging skal gerast, vegir skulu betrast, og ikki minst so hevur ein stórur partur av íbúgvunum keypiorku.
Marknaðurin fyri føroyskum fiski er ovurhonds stórur. Brasil var eitt av okkara heilt stóru klippfiskamarknaðunum, men potentielli fiskamarknaðurin er stórur. Serliga í býunum, má metast, at døgurðaklárur sunnur matur kann gerast eftirspurdur. Í stórbýum, sum São Paolo hava partar av býnum lønarlag sum vesturevropa og hægri.
Sunnur matur
Sunnur matur verður meira eftirspurdir komandi árini, og verður Brasil, sum sagt, ein sera áhugaverdar marknaður, ið helst verður heimsins matdepil. Tað er tí beinanveging áhugavert at hugsað um, hvat Føroyar hava at bjóða. Sjálv fiskivinnan er eitt breitt øki, vit hava góðar førleikar, men eisini allar tænanstur hesum viðvíkjandi. Vit hava fyritøkur í byggivinnuni, KT, ráðgeving o.s.fr. Skipanir og tænastur eru áhugaverdar í arbeiðnum at byggja landið upp millum heimsins fremstu. Í 2014 verður heimsmeistarakappingin í fótbólti har. Avbjóðingin hjá føroysku vinnuni kundi verið at koma á henda markna áðrenn 2014, og samstundis lagt seg eftir at fáa fleiri uppgávur í samband við HM endaspælið.
Føroyar hava søguliga útflutt nógvan fisk til Brasil og áttu kanska veruliga at umhugsað at fingið fatur á hesum marknaðinum aftur.
OL í London
Longu í 2012 verða Olympisku Leikirnir í London. London verður ofta nevndur sum ein býur vit áttu at brúkt orku uppá at selja til. Í hesum sambandi er nógv sum skal gerast, fyrireikast og seljast. Eg eri ikki tann rætti at meta um hvørji øki og hvørjar fyritøkur hava førleikar og styrki at liggja framvið, men verður einki gjørt fær eingin nakað burturúr. Eins og við heimsmeistarakappingini í Brasil, ræður tað eisini um at vera við í tí meldrinum, sum er til eina slíka kapping, og royna at sleppa fram at m.a. við sunnum matvørum. Vit kundu. sett okkum sum mál at veita sunna fiskafastfood til tey vitjandi