Brauer heldur fram í Neistanum

Ein av mest umrøddu leikarunum í kvinnudeildini hetta kappingarárið, Barbara Brauer, spælir eisini við Neistanum komandi kappingarár. Hesum boðar Neistin frá á heimasíðu sínari.

 

Skjótt 41 ára gamla Barbara Brauer hevur verið ein av avgjørdu stuðulsleikarunum hjá Neistanum og skotið hópin av málum av høgra bakki, síðani hon kom til felagið á sumri 2010 úr spanska felagnum Cem. la Union-Ribarroja.

 

Hinvegin stendur greitt, at landsliðsmálverjin hjá meistarunum, Erla Eliasen, ikki verður partur av liðnum komandi kappingarár vegna lesna í Danmark.