Fíggjarnevndin hevur býtt seg í tveir partar, ein meiriluti við Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin, Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, Dennis Holm, Tjóðveldi, Hanna Jensen, Tjóðveldi, Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin og Steffan Klein Poulsen.
Tey taka undir við uppskotinum við nøkrum smávegis broytingum og viðmerkingum
Tey skrivar, tey taka undir við lógaruppskotinum, men har tað tó verða gjørdar tillagingar viðvíkjandi:
- atkomutunli til Skúvoyar
- kanning av møguleikunum fyri at bora úr Skúvoynni eisini
- vegaføringini á Sandi
- kanning av møguleikunum fyri einum T10,5 tunli (einum tunli, sum er 1 metur breiðari)
- gagnnýtsluni av grótinum úr Suðuroyartunlinum
- førleikamenning av føroyskum fyritøkum og føroyskari arbeiðsmegi
Minnilutin í fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, úr Sambandsflokkinum, tekur eisini undir við uppskotinum sum so, men mælir harumframt til at prosjektera alternativu linjuføringina frá Sandoyartunlinum í Traðardali til tunnilsmunna innanfyri Múlan og undirsjóvartunnil haðani til Sandvíkar.
Hann sigur seg vera væl vitandi um, at við samtykt av hesum lógaruppskoti, so verður ikki endalig avgerð um at fremja suðuroyartunnilsverkætlanina.
Hann heldur, at vit skulu royna at fáa eitt statslán úr Danmark at fíggja tunnilin við.
– Higartil, so hevur hesin møguleikin, sum nevndur verður, ikki fingið serliga positiva umrøðu í politisku skipanini – fatan minnilutans er, at sum landið liggur í løtuni, so verður hesin møguleikin frávaldur. Hetta sjónarmið undrar stórliga, tí sum nevnt omanfyri, so eiga vit at fá tað bestu fíggingina, sum hugsast kann – hetta eru jú almennir pengar vit tosa um, sigur Magnus Rasmussen.
Staðfestast kann úr álitinum, at uppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnil hevur so góða undirtøku í Løgtinginum, at tað verður samtykt við breiðum meiriluta.
Álitið frá fíggjarnevndini kann lesast her