Tað ber tí til at siga, at hann arbeiðir víðari við teimum málum, hann sat við undan valinum.
- Vinnumálaráðið spennir ógvuliga breitt, og tungu økini eru alivinnan, elveitingarøkið og oljuvinnan. Umframt hava vit eftirlit við hópinum av økjum í øllum samfelagnum, so mín uppgáva er at skapa neyðugu gongdina í samfelagnum, sigur Johan Dahl.
Tað ræður fyrst og fremst um at skapa karmar fyri vinnuna, fyri at náa tí málsetningi, sum feldur er niður í samgonguskjalið.
- Skapa neyðuga vøksturin í samfelagnum við at geva vinnuni neyðugu karmarnar. Tað gera vit millum annað við at víðka aliøkini longur út á firðirnar, samstundis sum tað er lívfrøðiliga burðardygt. Hetta er eitt stórt mál, sum vit eru komnir undir land við, so alivinnan fær rúmari karmar, sigur Johan Dahl.
Eitt annað stórt mál er heildarveitin fyri eløkið.
- Hetta arbeiði skal fáast frá hondini í tøttum samstarvi við teir aktørar, sum eru á marknaðinum í dag, SEV og Røkt og aðrar, ikki minst kommunurar, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at tað er ríkiligt at gera í Vinnumálaráðnum.
- Vit hava eisini oljuvinnuna, har fleiri boringar verða á landgrunninum komandi ár, í mars ella apríl. So tað er ein sera spennandi tíð sum vónandi fer at vísa, at vit hava klovetni í føroysku undirgrundini. So hetta er ein spennandi tíð fyri meg sum landsstýrismann, og eg fari sjálvandi at gera mítt besta fyri, at álitið, sum er víst mær verður fullborið, sigur Johan Dahl.
Eitt øki, sum Johan Dahl framhaldandi umsitur, er Strandferðslan.
- Teir trupulleikar, sum hava verið við elskipanini, eru fingnir upp á pláss við einari eyajáttan, sum varð avgreidd fyri einum mánað síðani. Og eg havi gjørt Tinginum greitt, at fyri at náa á mál við Teistanum, skulu vit hava einar 15-17 milliónir aftrat at skifta ljósmotorarnar út, sigur Johan Dahl.
Hann ivast ikki í, at vilojin er til staðar hjá nðyggja landsstýrinum at finna eina góða loysn fyri Strandferðsluna.
- Hetta, fyri at allar leiðir kunnu koma at fungera nøktandi, eisini farleiðin til Nólsoyar, sum í løtuni hevur Ternuna, men sum vit vónandi innan fyri ikki alt ov langa tíð kunnu fáa eitt nýgg nólsoyarskip eisini, sigur Johan Dahl.