– Hetta er enn ein staðilig áheitan á tykkum um at seta tykkum saman, ongantíð ov skjótt. Finnið BEINANVEGIN eina virðiliga og langsigtaða loysn, sum eisini tryggjar, at fólk sum bera brek, ikki skulu brúkast sum jarnbrot framyvir. Brekøkið tolir als ikki hesa viðferðina!
Soleiðis skrivaði Javni í áheitan til Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Føroya Pedagogfelag í gjár.
– At Almannaverkið bert hevur fingið nøkur heilt fá undantøk ger støðuna hjá okkara limum sera, sera ringa, og merkist í ólukkumát. Fleiri foreldur eru biðin um at taka síni “børn” heim til sín.
– Sum foreldur gert tú sjálvandi tað, hóast uppgávan er møtumikil. Talan er í fleiri førum um vaksin fólk, sum hava fjølbrek og stóran røktartørv, og fleiri av foreldrunum eru komin langt upp í árini. Hví hesi fólk ikki hava fingið undantøk er ein gáta, men soleiðis er veruleikin, sigur Javni.
– Tey avvarandi klára heldur ikki hesa støðuna leingi. Serliga gongur tað út yvir tey, har “børnini” hava tyngstu avbjóðingarnar. Tey, sum mugu vera um síni alt døgni.
Javni vónar, at partnarnir kunnu koma ásamt eina semju, so tað ikki er neyðugt at fara í tingið við málinum, eins og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur boðað frá.
– Vit heita inniliga á partarnir um at fara aftur til samráðingar, loysa teir knútar, ið eru, og framtíðartryggja økið. Vit kunnu als ikki vera pedagogarnar fyri uttan, hvørki nú ella um 10 ár.