Brendu fyri yvir eina millión í ár

-Hóast Meginfelag Búnaðarmanna í Kollafirði hevur latið pening fyri seyðaskinn í ár, eru næstan øll skinnini farin í brenniovnarnar.

 

Føroyingar, sum fáast við seyðahald, hava ikki tikið væl undir við tilboðnum frá Meginfelag Búnaðarmanna í Kollafirði um at keypa seyðaskinn.

Tað verða flettir einir 70.000 seyðir í Føroyum um árið, men kortini hevur Meginfelag Búnaðarmanna ikki tikið ímóti meiri enn 7.500-8.000 skinnum.

Sostatt eru yvir 60.000 skinn farin í brenniovnarnar, hóast tað hevur borið til hjá fólki at fáa prís fyri tey.

Tað var áðrenn slaktið kom fyri, at Meginfelag Búnaðarmanna, MBM, lýsti í bløðunum, at tað keypti seyðaskinn.

- Vit lótu 25 krónur fyri skinn, sum vóru 1. floks og 22 krónur fyri 2. floks skinn, sigur, Jógvan Svarthamar í Meginfelag Búnaðarmanna.

-Men tað vísti seg ikki at muna, tí tað er ikki so frægt sum tíggjunda hvørt skinn komið til høldar kortini, sigur hann.

Hetta er lítið afturímóti hvat tað plagdi at vera, tí í 1997 komu 35.000 skinn til høldar, men tá var prísuriun eisini 50 krónur fyri skinnið. Í fjør fóru hinvegin øll skinnini burt, tí tá fekst als ongin prísur fyri tey.


Ov lítið enn

Jógvan Svarthamar heldur, at orsøkin til, at tað er so lítil undirtøka, er, at prísurin er ov lágur enn.

- Fyri at vit kundu lata prís fyri skinnini ár ár, kravdust, at tey vóru væl hagreidd og at tey vóru væl saltað.

-Tað skal minst trý kilo av salti til hvørt skinnið og tað skal saltast væl út í kantarnar, annars rotar tað.

Harafturat kemur, at ærsskinn og veðraskinn verða altíð mett at vera 2. floks og bara lambsskinnini kunnu vera 1. Floks, tá ið tey eru hagreidd eftir forskriftunum.

Eini 15% av skinnunum, sum MBM hevur tikið ímóti, eru 2. Floks.

Vanliga kostar ein sekkur við 25 kilo av salti um 50 krónur, Sostatt skal salt fyri minst seks krónur á hvørt skinnið. Búgva fólk úti um landið kemur so fraktin afturat, og so er ikki so nógv eftir av tí, vit lata fyri skinnið.

Her skal tó viðmerkjast at MBM hevur selt salt fyri nakrar og trýati krónur fyri sekkin.

Hetta hevur gjørt, at fólk hava framvegis ikki hildið, at tað hevur veríð ómakin vert at avreiða skinnini

Jógvan Svarthamar sigur, at tað vísir seg eisini, at tey allarflestu skinnini koma av meginøkinum, har fraktin ikki er so dýr til Kollafjarðar, ímeðan lítið og onki kemur úr útjaðaranum.

MBM selur skinnini til keyparar í Spania, sum gera klæði og skreytpløgg burturúr teimum. Fyrr vóru skinnini seld eystureftir, men tann marknaðurin er fullkomiliga dottin niðurfyri, sigur Jógvan Svarthamar.

Hann leggur afturat, at MBM tekur ímóti skinnum hendan mánaðin afturat.