Brendu ov nógv

Liðskapirin hjá vestmenningum, Ingi Olsen, helt eftir dystin, at VÍF átti at fingið meira burturúr møguleikunum í fyrra hálvleiki

- Vit brenna alt ov nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki, tí í veruleikanum høvdu vit nógv fleiri møguleikar enn Neistin fyrsta hálva tíman, helt Ingi Olsen fyri, tá vit eftir dystin hittu hann á orði.

Hetta helt hann í øllum førum vera størsta orsøkin til, at tað ikki eydnaðist VÍF at basa Neistanum leygardagin, og harumframt helt hann eisini, at við eitt sindur av hepni, kundu teir eisini koma aftur í aftur í seinna hálvleiki, men soleiðis skuldi tað bara ikki verða.


Tosað saman

Ein av týdningarmestu leikarunum á neistaliðnum er uttan iva Áki Olsen, og eftir dystin spurdu vit eisini Inga, hvussu sambandi teirra millum var, nú hann í vetur hevur kappast móti vestmenningum.

- Vit tosa sjálvandi saman framvegis. At hann hevur skift felag er ein avgerð, sum hann hevur tikið, men vit hava verið væl alla tíðina, sigur eldri Olsen beiggin.

- Tað nyttar jú einki at illneitast inn á hvønn annan av hesi orsøk, og hvør veit. Kanska fáa vit brúk fyri honum aftur seinni, vóru seinastu orðini frá Inga, áðrenn vit sløktu fyri bandupptakaranum.