Brenna jólaperur fyri 120 mió krónur

Áhugafelagið hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, hevur gjørt eina uppgerð yvir elnýtsluna hjá dønum í sambandi við jólaljósini. Henda uppgerðin vísir, at tá danir byrja at brúka jólaljós longu um miðjan november og halda á langt inn í januar, brúka teir upp ímóti 60 mió. Kwh. Hetta svarar til elnýtsluna hjá 15.000 sethúsum í eitt ár - hóast ljósútbúnaðurin er vorðin munandi orkueffektivari.

- Vit síggja, at tíðarskeiðið við jólaljósi er økt seinastu árini. Har vit fyrr í høvuðsheitum byrjaðu í desember mánaða at fríðka urtagarðar og tekjur, byrjar nýtslan av ljósketum hjá fleiri og fleiri longu í november og endar ikki fyrrenn síðst í januar. Hetta økir sjálvandi um elnýtsluna og kostar á elrokningini, sigur Richard Schalburg, nýtsluserfrøðingur í Dansk Energi, sambært heimasíðuna sev.fo.

Á fleiri ljósketum, Dansk Energi hevur kannað, vísir tað seg, at ein ljósketa við 100 LED perum vanliga hevur ein mátt á 6 watt. Hongur hon uppi í 2-2,5 mánaðir og brennir 12 tímar um dagin, brúkar hon umleið 20 kr.

Um sammett verður við Føroyar er prísurin her nakað minni, tí endaprísurin her í løtuni er uml. 30 oyru lægri fyri kilowatttíman enn í Danmark.

Til sammetingar brúkar ein "gomul útgáva" við 100 gløðiperum í sama tíðarskeiði umleið 200 kr., so tað loysir seg at skifta út við eina LED, ið kostar áleið 300 kr.