Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, hevur í dag sagt ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, at Bretland fer at senda stríðsvognar av slagnum Challenger 2 til Ukraina.
Tað upplýsir talspersónur frá stjórnarskrivstovuni í Downing Street fyri BBC og Sky News.
Teir báðir ríkisleiðararnir tosaðu saman í telefon. Har segði Rishi Sunak, at Bretland hevur sum mál at økja suðulin til Ukraina.
Pólland hevur somuleiðis ætlanir um at senda stríðsvognar til Ukraina. Tað skal sambært forsetanum, Andrezewej Duda, vera Leopard-stríðsvognar, sum Ukraina leingi hevur biðið um.
/ritzau/