Bretland útsetir toppfundin um framtíðina hjá Ukraina

Uttanríkisráðharrarnir í Bretlandi, Týsklandi, Fraklandi, USA og Ukraina skuldu hittast í London mikudagin.

Bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, skuldi vera vertur fyri fundinum við sínar útlendsku starvsfelagar um møguligan frið í Ukraina. (Arkivmynd). - Mynd: Chris Jackson/Ritzau Scanpix

Ætlaður toppfundur um Ukrainastríðið við luttøku av fleiri uttanríkisráðharrum er útsettur.

Tað boðar bretska stjórnin frá, sambært tíðindastovuni AFP.

Eftir ætlan skuldi fundurin verða hildin mikudagin í bretska høvuðsstaðnum, London. Uttanríkisráðharrarnir úr Stóra Bretlandi, Týsklandi, Fraklandi, USA og Ukraina skuldu vera við.

Men í morgun høvdu fleiri av ráðharrunum boðað frá, at teir ikki fóru at koma, og at aðrir diplomatar fóru at møta í teirra stað.

Í staðin fyri fundin við uttanríkisráðharrarnar verður tí ein fundur við lægri embætisfólk, sigur bretska stjórnin.

Tað var bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, sum skuldi vera vertur fyri fundinum við hinar uttanríkisráðharrarnar.

Ógreitt er, hví fleiri hava avlýst til fundin og nær hann verður hildin í staðin.

Friðarfundurin er útsettur, bert fáar tímar eftir at minst níggju fólk doyðu í einum russiskum dronuálopi í ukrainska landslutinum Dnipropetrovsk, sambært einum ukrainskum guvernøri. Eftir øllum at døma var tað ein bussur, sum við arbeiðsfólki, sum varð raktur.

Umframt tey níggju deyðu eru í minsta lagi 30 særd, segði Serhij Lysak, guvernørur, fyrr í morgun á boðptænastuni Telegram.

Í gjárkvøldið skrivaði blaðið Financial Times, sum vísti á dulnevndar keldur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur bjóðað sær at steðga russisku innrásini í Ukraina fram við núverandi hermóti.

Hetta kann hava við sær, at Russland kann taka aftur kravið um partarnar av teimum fýra lutvíst hersettu ukrainsku økjunum, sum Ukraina framvegis hevur valdið á.

Regiónirnar eru Luhansk, Donetsk, Zaporizja og Kerson.

Tilboðið varð eftir øllum at døma latið amerikanska sersendimanninum Steve Witkoff á einum fundi í Sankta Pætursborg fyrr í apríl.

Síðani fundin hevur USA, sambært keldunum, luftað tankan um, at USA kundi viðurkenna krøvini hjá Russlandi til Krim-hálvoynna, sum Russland tók undir seg í 2014.

Júst hetta hevur eisini verið lýst í miðlum sum CNN og Bloomberg.

USA hevur lagt nógv fyri at fáa frið í lag, eftir at Donald Trump, forseti, undir valstríðnum segði, at hann fór at enda kríggið í Ukraina upp á 24 tímar.

Men nógvir fundir, sum USA hevur havt við stríðandi partarnar og onnur lond, hava higartil givið fá ítøkilig úrslit út yvir eina avmarkaða orkuvápnahvíld, sum partarnir fleiri ferðir hava ákært hvønn annan fyri at bróta.

 

/Ritzau/

 

Bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, skuldi vera vertur fyri fundinum við sínar útlendsku starvsfelagar um møguligan frið í Ukraina. (Arkivmynd). - Mynd: Chris Jackson/Ritzau Scanpix