GlaxoSmithKline hevur brúkt 28 millardir krónur til at mutra læknar í Kina, vilja myndugleikarnir har vera við.
Læknarnir hava fingið pening, ferðir og aðrar fyrimunir, og eisini skøkjur eru brúktar til at fáa læknarnar at skriva reseptir og seta prísin upp á heilivági, skrivar Jyllandsposten.
Í síðstu viku skrivaði Wall Street Journal, at GlaxoSmithKline (GSK) hevur síðan 2007 brúkt úti við 28 milliardir krónur til mutur. Millum annað er peningur fluttur til meir enn 700 ferðamannafeløg.
Fýra eru handtikin
Fýra av ovastu leiðarunum hjá heilivágsfyritøkuni í Kina eru handtiknir. Eingin bretskur borgari er handtikin.
Hósdagin søgdu kinesisku myndugleikarnir, at GSK-stjórar í Kina høvdu viðgingið, at teir høvdu framt mutur í sambandi við eina stóra kanning av útlendskum feløgum í Kina.
Eisini fólk í stjórnini, læknaligir felagsskapir og sjúkrahús hava fingið tilboð um at fáa pengar undir borðið, siga myndugleikarnir.
Mynd: AP