– Støðan hjá Bretlandi er púra greið – vit vilja ikki, at russisk skip skulu hava atgongd til okkara felagsøki og fáa fyrimun av at fiska í hesum øki.
Tað skrivar bretska sendikvinnan í Keypmannahavn, Emma Hopkins, í grein í Sosialinum í dag.
Hon vísir á, at tað so nógv, sum Føroyar og Bretland kunnu samstarva um og nevnir betri handilsavtalur, fiskivinnusamstarv og mentanarsamstarv.
Hon sigur, at tað sjálvandi er ein avgerð hjá Føroyum, um vit vilja gera fiskivinnuavtalu við Russland ella ikki. Men hon sigur, at Bretland vil ikki hava, at føroyingar loyva russarum at fiska í felagsøkinum, sum er millum Føroyar og Russland.
Talan er um eitt øki, sum bæði bretar og føroyingar ráða yvir.
Russarar fiska umleið ein triðing av svartkjaftakvotuni upp á 72.000 tons, sum teir hava frá Føroyum, júst í hesum økinum. Tí hevur júst fiskiskapurin í felags økinum hjá Bretlandi og Føroyum sera stóran týdning fyri fiskiveiðuavtaluna millum Russland og Føroyar.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo