Bretsku pappírini resta

Roknað varð annars við, at Sam Malson skuldi verða partur av hópinum, sum í dag vitjar í Klaksvík, men sum skilst, so eru neyðugu pappírini enn ikki komin til B36.

Nakað av styrki er tó kortini komið til hópin. Súni Olsen fekk sítt spæliloyvið flutt fríggjadagin, og eisini er Johan V. Gunnarsson nú aftur í hópinum, sum skal royna at leggja trýst á EB/Streym, sum í gjár tapti í Fuglafirði.

 

Hjá KÍ er talan eisini um styrk. Páll Klettskarð hevur hetta seinasta árið skotið hópin av málum fyri unglingaliðið hjá Fremad Amager, og hann hevur tikið spæliloyvið við sær, nú hann er heima í summarfrí.

Hartil er Kristian á Lakjuni nú aftur tøkur eftir skaða, meðan Bjarni Jørgensen neyvan er til reiðar at spæla, hóast hann er byrjaður at venja aftur. John Hammer er eisini á skaðalistanum hjá KÍ, og hann verður so ikki tøkur.