Brian Jakobsen fingið nýtt felag

Betri deildin menn: Brian Jakobsen hevur funnið sær nýtt felag

B68 boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið tilgongd av Briani Jakobsen. Skálamaðurin hevur seinasta árið spælt við AB. Hóast argjamenn fluttu niður, so skoraði áleyparin 11 mál.

 

Brian Jakobsen er 32 ára gamal og hevur spælt við barndómsfelagnum Skála og B36, áðrenn hann í ár skifti til AB. Nú verður hann at síggja í álopinum hjá B68.

 

Fleiri sáttmálar eru komnir upp á pláss og felagið hevur longt við spælarar sum Áka Johannesen, Aron Reinert Hansen, Fríða í Túni Petersen, Hjalta Strømsten, Hjarnar Johansen, Tórð Thomsen, Ragnar Samuelsen og Alex Mellemgaard, umframt tey trý brøðrapørini, Esmar og Karstin Clementsen, Villiam Emil og Bartal Páll Klein, og Aleksandur og Bárður Ó. Jensen.

 

Tað er eisini greitt at danski málverjin, Benjamin Schubert, ikki heldur fram í felagnum. Nýggjur málverji í hópinum verður Terji Þór Brynjarsson og Fríði á Borg er eisini komin til.