Tað var grannauppgerð í Vika á Argjum, har teir næstbestu hjá AB tíðliga seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36.
B36 fór heim um brúnna aftur við 2-1 sigri. Øll málini vórðu skorað fyrra partin av seinna hálvleiki.
Tíggju minuttir eftir steðgin vóru argjamenn óhepnir at gera sjálvmál. Men fimm minuttir seinni var aftur javnt. Rógvi Skála skoraði AB málið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 19 ára gamli Rógvi Skála skoraði fyri næstbesta AB liðið.
Sigursmálið skoraði Brian Jakobsen í 64. minutti. Brian hevur verið skaðadarvaður. Hann spældi allan dystin á tamb á Argjum, og harvið fer hann neyvan at eiga stórvegis leiklut, tá ið besta B36 liðið í morgin fær vitjan av besta AB liðnum.
B36 tapti í fyrsta umfari 1-0 á heimavølli ímóti B68 og skal í triðja umfari, sum verður um eina viku, spæla á heimavølli ímóti KÍ.
AB tapti í fyrsta umfari 2-0 á heimavølli ímóti KÍ og skal í triðja umfari spæla á Sandi.