Londini í BRICS-samstarvinum krevja nýskipanir í Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF.
Tað stendur í felags yvirlýsing frá fíggjarmálaráðharrunum í BRICS undan einum toppfundi í Brasil sunnudagin og mánadagin.
BRICS-londini, sum fevna um Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika, vilja hava eitt brot við siðvenjuna við evropeiskari leiðslu í toppinum í IMF.
Síðan IMF varð stovnað eftir seinna heimsbardaga, hevur peningagrunnurin einans havt evropeiskar leiðarar.
Núverandi leiðarin, bulgarska Kristalina Georgieva, hevur havt starvið síðani 2019.
- Við virðing fyri valgongdini eigur økisumboðanin at verða styrkt í leiðsluni hjá IMF fyri at vinna á ótíðarhóskandi gentlemanavtaluni eftir seinna heimsbardaga, sum er óhóskandi til verandi heimsskipan, skriva fíggjarmálaráðharrarnir í felagsyvirlýsingini.
Samstundis krevja BRICS-londini eitt øðrvísi atkvøðubýti, tá avgerðir skulu takast í IMF.
Her vilja BRICS-londini hava, at atkvøðuvektin verður ásett út frá relativu støðuni hjá limalondunum í heimsbúskapinum, stendur í fráboðanini. Men fátækastu limalondini í IMF skulu verjast.
IMF, sum er partur av ST-skipanini, varð stovnaður saman við Heimsbankanum eftir seinna heimsbardaga. Endamálið var at raðfesta alheimsbúskapin og stuðla búskaparligum samstarvi.
Seinastu árini hevur IMF havt ein stóran leiklut í, at búskapurin í eurolondunum er komin fyri seg aftur eftir fíggjarkreppuna.
BRICS stendur fyri Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika og varð stovnað í 2009.
Í fjør varð BRICS-samstarvið víðkað til eisini at fevna um Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini.
Tey 11 londini umboða umleið 40 prosent av alheims bruttotjóðarúrtøkuni.
Ritzau/Reuters