SAMRØÐA
?Wait just one minut and i?ll be with you.
Fryntligi og búllmikli italienarin skal líka avgreiða eina telefonsamrøðu, har hann skal fáa fatur á einum telduposti. Tað er ikki bara sum at siga tað hjá einum italienara at siga post.olivant.fo.
Hetta er fyrstu ferð, at advokaturin úr Milano er í Føroyum. Navnið er Gianarrigo Rona, og hann er forseti fyri Evropeiska Bridgesambandið.
Ørindini eru at vitja norðurlandameistarakappingina í bridge, sum í vikuni hevur verið spæld í Hotel Hafnia á Áarvegnum.
?Eg eri bjóðaður fleiri ferðir áður, men hesa ferð valdi eg at koma til kappingina. Tað er spennandi, at føroyingar eru vertir fyri hesari kappingini fyri aðru ferð, og eg má siga, at fyriskipanin er framúr góð. Alt er heilt í topp ? bæði tað tekniska og tað fyrisitingarliga í sambandi við kappingina, sigur Gianarrigo Rona, sum bert hevur rós at geva føroysku fyrireikarunum og umstøðunum at spæla.
Hann vísir eisini á, at støðið í kappingini er sera høgt.
?Norðurlond teljast millum tey bestu bridge londini í heiminum. Tí er tað eisini sera flott av føroyingum at klára seg so mikið væl, sigur Gianarrigo Rona, sum fyrstu ferð sá føroyingar spæla í altjóða kapping í Italia, har føroyingur fingu fleiri góð úrslit.
Serliga eru tað føroysku menninir, sum Gianarrigo er ovfarin av. Kvinnurnar mangla enn eitt sindur, heldur hann.
?Av øllum teimum smáu londunum eru Føroyar klárt nummar eitt, sigur Gianarrigo Rona.
Evropeiska bridgesambandið umhugsar at gera ein grunn fyri at hjálpa smærri londum at menna. Ikki bert við pengum, men eisini við ráðgeving og øðrum.
Ein millión
Tann fryntligi italienski advokaturin tekur sær góða tíð at práta, og hann vil fegin greiða frá um bridge og eggjar undirritaða at byrja at spæla.
?Tað er ikki so trupult. Eftir nakra fáar vikur, so dugir man at spæla, og tá byrjar tað rættiliga at gerast stuttligt, sigur Gianarrigo Rona.
Kring allan heim eru um ein millión skrásettir brigdespælarar. Av teimum er helvtin í Evropa. Men Gianarrigo roknar við, at nógv fleiri spæla bridge, hóast tey ikki eru skrásett. Hann fegnast serliga um framgongdina eystanfyri, har støðugt fleiri leggjast til.
?Skal bridge gerast meiri spælt, so mugu vit hava fleiri stuðlar og umtala, men tað er trupult, tí sjónvarpsstøðirnar eru ikki so áhugaðar, sigur Gianarrigo Rona.
Djúpt
?At spæla og fylgja við í bridge er ikki sum at spæla fótbólt ella tennis. Tað tekur tíð at læra, men tað er afturfyri sera gevandi. Bridge er ein metaforur upp á lívið. Tað goymir seg nógvur vísdómur í spælinum. Tú verður heldur ongantíð liðugur at spæla, sigur Gianarrigo Rona.
Hann greiðir frá, at bridge inniheldur so nógv áhugavert, sum man kann læra av.
?Øll kunu spæal bridge.
Ungdómurin skal við
Í Italia og Fraklandi og fleiri øðrum londum í Evropa verður stórur dentur lagdur á at fáa ungdómin at spæla bridge.
Hetta hevur givið úrslit í Italia.
?Tað er eisini tað týdningarmesta fyri føroyingar: Fáið ungdómin við!, sigur Gianarrigo Rona.
Steðgurin hjá bridgeforsetanum er stuttur á hesum sinni, men hann hevur dámað sera væl, leggur hann dent á. Hann sigur seg vóna, at føroyingar fara at menna seg enn meira í bridge.
Og so lata vit Gianarrigo Rona taka samanum, hvat hann heldur um kappingina og føroysku fyriskipanina:
?It is fantastic. A great succes.