Hetta kappingarárið eru 10 lið við í kappingini. Føroya Bridgesamband hevur avgjørt at skipa FM-kappingina fyri lið soleiðis, at fyrst verður leikt eitt grundspæl, har øll liðini møtast eina ferð í innanhýsis dytstum á 20 spøl. Í grundspælinum verða sostatt leiktir 9 dystir á 20 spøl.
Síðani verður farið til endaspælið, har liðini verða býtt upp í 2 bólkar. 4 tey fremstu liðini í grundspælinum koma í A-bólkin, meðan hini 6 liðini koma í B-bólkin.
Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.
Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.
Úrslitini frá teimum trimum fyrstu umførunum í grundspælinum vóru hesi:
Umfar 1:
Byggitilfar – Hallur Ellingsgaard |
20,00 – 0,00 |
Jassarnir – Blanda Bomm |
11,08 – 8,92 |
Rútar 7 – Henriette Svenstrup |
12,07 – 7,93 |
Snekkjurnar – Rinkuhúsini |
5,06 – 14,94 |
Jóannes Mouritsen – Dia og Kúllarnir |
18,91 – 1,09 |
Umfar 2:
Hallur Ellingsgaard – Dia og Kúllarnir |
0,01 – 19,99 |
Rinkuhúsini – Jóannes Mouritsen |
1,57 – 18,43 |
Henriette Svenstrup – Snekkjurnar |
13,20 – 6,80 |
Rúar 7 – Blanda Bomm |
20,00 – 0,00 |
Byggitilfar – Jarrarnir |
20,00 – 0,00 |
Umfar 3:
Jassarnir – Hallur Ellingsgaard |
4,07 – 15,93 |
Rútar 7 – Byggitilfar |
9,45 – 10,55 |
Snekkjurnar – Blanda Bomm |
11,08 – 8,92 |
Jóannes Mouritsen – Henriette Svenstrup |
18,73 – 1,27 |
Dia og Kúllarnir – Rinkuhúsini |
13,81 – 6,19 |
Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan:
- Jóannes Mouritsen 56,07 stig
- Byggitilfar 50,55 stig
- Rútar 7 41,52 stig
- Dia og Kúllarnir 34,89 stig
- Snekkjurnar 22,94 stig
- Rinkuhúsini 22,70 stig
- Henriette Svenstrup 22,46 stig
- Blanda Bomm 17,84 stig
- Hallur Ellingsgaard 15,94 stig
- Jassarnir 15,15 stig
Komandi trý umførini í grundspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 5. novembur 2023 og byrja verður kl. 12.00. Tá verður m.a. oddadystur millum liðini hjá Jóannes Mouritsen og Byggitilfar.