Bridge: Magni Jøkladal og Egil Sondum føroyameistarar

FM kappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin 23. og 24. apríl

FM kappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin 23. og 24. apríl. Spæld vóru tilsamans 95 spøl, og 20 pør tóku lut í kappingini. Kappingin var jøvn og spennandi.

Sum vanligt skiftust nógv pør um at leggja seg á odda at byrja við í kappingini. Fríggjakvøldið skiftust hesi pørini um at taka oddasessin: Arne Mikkelsen - Bogi Simonsen, Robert Langgaard - Dia Jacobsen, Mortan Sólheim Thomsen - Haldor Ellingsgaard, Magni Jøkladal - Egil Sondum og Per Kallsberg - Jóannes Mouritsen

Men sum kappingin leið leygardagin kappaðust Arni - Bogi, Magni - Egil og Per - Jóannes um trý tey fremstu plássini. Arne og Bogi lógu á odda tey flestu umførini, men móti endanum, tá ið júst hesi pørini spældu móti hvørjum øðrum, eydnaðist Magna og Egil at taka seg framum og gerast føroyameistarar fyri pør 2021.

Pørini oman fyri miðal í kappingini vóru hesi:

(miðal er 0, toppur +9 og botnur –9)

1. Magni Jøkladal - Egil Sondum 141

2. Arne Mikkelsen - Bogi Simonsen 123

3. Per Kallsberg - Jóannes Mouritsen 116

4. Dánjal Pauli Mohr - Árni M. Dam 109

5. Rói á Rógvu Joensen - Heðin Mouritsen 71

6. Robert Langgaard - Dia Jacobsen 38

7. Allan Dal-Christiansen - Rúni Mouritsen 23

8. Pól Egholm - Símun Lassaberg 16

9. Leivur Holm - Heini Joensen 13

10. Finn Ougaard - Høgni Jacobsen 8

Slóð til úrslit og spøl liggur á heimasíðuni hjá FBS: www.bridge.fo