Bridge: Símun Lassaberg loypti hvøkk á teir bestu

Ja, tað ber til í bridge at loypa hvøkk á hinar spælararnar og á serfrøðingarnar.

Símun Lassaberg (uttast til høgru) loypti hvønn á við sínum meldi. Makkarin Arne Mikkelsen situr yvir av honum.

Í EM í bridge verður tað gjørt við einum meldi, sum eingin annar meldar og sum er tað allar besta, sum kann meldast.

 

Júst hetta gjørdi Sìmun Lassaberg í dysti móti Fraklandi í EM-kappingini í Herning.

 

Í bridge ræður um at melda, hvussu nógv stikk man ætlar sær og so taka tey. Símun Lassaberg hugdi eftir sínum trettan kortum og longu í øðrum meldi dugdi Símun - sum tann einasti - at lesa kortini so væl, at hann meldaði, at hann skuldi hava øll trettan stikkini við kleyvara sum trumfi.

 

Fyri bridgespælarar er hetta sera óvanlig støða: longu eftir tvey meld at krevja øll trettan stikkini og eisini fáa tey.

 

Serfrøðingarnir, sum skrivaðu um bridge fingu ein hvøkk og funnu stóru orðini fram:

 

”Hetta spælið sum Lassaberg meldaði minnir meg um framúrskarandi filmstónleikin hjá Elmer Bernstein til hin kenda ”westernfilmin”, serliga overtúruna, sum reisir seg dramatiskt til eitt klimaks”, skrivaði blaðstjórin á bridgeblaðnum á staðnum.

 

Símun Lassaberg (uttast til høgru) loypti hvønn á við sínum meldi. Makkarin Arne Mikkelsen situr yvir av honum.