Svarið hjá Kjartani Hoydal í Fregnum 19. september er av fleiri grundum rættiliga áhugavert. Kjartan nemur við nakrar av teimum spurningum, undirritaði tók upp, men ger tað eftir mínum tykki sum heild heldur grunnliga. Áhugavert er, at Kjartan velur at loypa hjartað í kronikkini - metingar um filmsins brek og um veikleikar í fullveldisætlanini, sum gjølla verður grundgivið fyri - um.
Ikki minni áhugavert er Kjartans erkvisni um, at undirritaði ikki - sum tey flestu - vil veita filminum treytaleyst rós. Ein positiv, men sakliga avvigað meting er ikki nóg mikið, einans samfeldir og spurningsleysir lógvabrestir duga. Hvar fór nýansan?
Dialogur
Kortini skal Kjartan hava takk fyri hetta svarið. Tí veruligur dialogur, eitt nú um prinsipiellar spurningar, er ikki vanligur í føroyskum bløðum, heldur ikki í hesum tíðum. Tað tænir somuleiðis Kjartani til æru, at hansara grein er saklig og fólkaliga orðað, og at hann nemur við týðandi spurningar. Av hesi orsøk, og av tí at tey mál, sum kronikkin og svarið sum heild fevna um, ikki bara eru viðkomandi, men eisini fakliga áhugaverd, fari eg at nýta høvi til at útgreina tey eitt sindur meira.
Málini kunnu skipast sum fimm høvuðsbólkar. Teir eru: (1)Søga og politikkur. (2)Heimastýrislóg og Ríkisfelagsskapur. (3)Fullveldisætlanin 1998-2000. (4)Hjálandaveldi sum køvandi ella mennandi fyribrigdi. (5)Støða undirritaða til spurningin um Føroya politisku framtíð.
1.SØGA OG POLITIKKUR
Sum nevnt ørkymlar tað Kjartan Hoydal ikki sørt, at undirritaði brúkar sín kritiska sans og ikki gevur filminum Føroyar.Dk. eitt treytaleyst herðaklapp. Til hetta er at siga, at var filmurin bílagdur av td. Unga Tjóðveldinum, sum eitt slag av propagandaíkasti, var neyvan grund til at finnast at honum.
Men filmskvinnan og hennara stuðlarar hava lagt dent á, at hetta var ein kvalifiserað søgulig viðgerð við javnvág. Sostatt hevði ein orsøk til at vænta eina lýsing, sum var fakliga í lagi og uttanveltað. Eina slíka viðgerð fingu vit - sum umrøtt í míni kronikk - ikki.
Tað prinsipiella í hesum máli er munurin millum politiskan vilja og søguliga ella søgufrøðiliga lýsing. Politikarar vilja nakað, virka fyri tí og tvinga mangan onnur økir, eitt nú søgu ella bókmentir og list, inn undir henda vilja. Vit kenna hetta rákið frá miðøldini og frá nútíðar einaræðum.
Søgan verður, undir ávirkan ella trýsti frá valdinum, til mýtologi ella hagiografi. Uppgávan hjá tí heiðurliga søgufrøðinginum, antin hansara miðil er bókin, útvarp, sjónvarp ella filmur, er - í tann mun, tað er menniskjansliga gjørligt - at lýsa søguna sum hon er, óávirkaður av politiskum trýsti ella árini.
Eg skal ikki møða lesaran við at taka upp aftur mína próvgrundaðu meting. Í stuttum var hesin filmur eftir mínum tykki listarliga væleydnaður, meðan hann sum søgulig lýsing ikki stóð mát. Eg virði onnur og øðrvísi sjónarmið um hetta, men haldi upp á mín rætt til at brúka skil og vit.
2.HEIMASTÝRISLÓG OG RÍKISFELAGSSKAPUR
Í síni grein undrast Kjartan Hoydal á, at undirritaði lýsir Ríkisfelagsskapin sum "eina politiska ætlan við tjóðskaparligum innihaldi". Um Heimastýrislógina skrivar hann, at hon var
eitt danskt svar til krav um broytingar úr Føroyum . . . ein roynd at innibyrgja ynski frá hesum donsku ríkislutum um at flyta politiska ábyrgd av Christiansborg og heim til løgtingið.
Skal ein royna at greina tey viðurskiftir, her verður sipað til, fellur málið í tveir partar. Annar depilin er ynskir og krøv úr Føroyum um at fáa størri politiska ábyrgd. Hin depilin er, at hesi ynskir og krøv verða "innibyrgd", t.e. í ein ávísan mun steðgað. Hvør yvir av øðrum í hesum talvi standa tað føroyska fólkið og tann danski politiski myndugleikin.
Heimastýrislógin
Hvat er veruleikin í hesum máli? Við Heimastýrislógini 1948 fekk Føroya Løgting, fyri fyrstu ferð síðan tann yngra Gulatingslógin kom í gildi í Føroyum í 1274, ein formliga og løgfrøðiliga akkersfestan lóggevandi myndugleika. Í øðrum lagi fingu Føroyar, fyri fyrstu ferð nakrantíð, ein útinnandi myndugleika, sum var savnaður í Føroya Landsstýri.
Hóast hvørgin av hesum myndugleikum var óskerdur, fevndu teir um mong týðandi málsøkir. Aftrat tí kom, at í lógini lá møguleiki fyri støðugt og eftir ynski at vaksa um ábyrgd og myndugleika. Í triðja lagi var tað føroyska málið við Heimastýrislógini fyri fyrstu ferð nakrantíð løgfrøðiliga viðurkent. Um sjálvt løgfrøðivirðið hjá hesi lóg eru ymiskar hugsanir, men eg kann nevna, at serfrøðingurin Frederik Harhoff setir Heimastýrislógina "på et niveau mellem lov og grundlov" og metir Heimastýrið at hava "statslignende karakter".
Fólkaviljin
Sum kunnugt var ein partur av føringum ikki nøgdur við hesi framstig. Tann áhugaverdi spurningurin er, hvussu stórur hesin partur var. Tá ið íslendingar valdu fullveldi í 1944, var valluttøkan 99%. Av hesum tali atkvøddu 97% fyri, at Ísland gjørdist fullveldi. Í Føroyum atkvøddu 50,7% av eini luttøku upp á 63,7% fyri loysing. Telja vit ógyldugar atkvøður við, valdu 48,6% av eini luttøku upp á 66,4% loysing. Tilsamans av teimum, ið høvdu atkvøðurætt, valdu sløk 33% loysing.
Tað verður ov drúgført á hesum stað at viðgera hesi mál út í æsir. Í stuttum er myndin, at ein triðingur av veljarafjøldini kravdi loysing, ein triðingur eina skipan nærri amtsstøðuni og ein triðingur - kanska - eina millumloysn. Søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará skrivar í bókini Løgtingið 150 ár soleiðis um hetta mál:
Enski søgumaðurin John F. West er á góðari leið, tá hann skrivar, at fólkaatkvøðan var "a masterpiece of inconclusiveness". Hóast tey reint løgfrøðiligu viðurskiftini søgdu, at loysingin var samtykt, so vóru politisku realitetirnir so ógreiðir, at fólkaatkvøðan í veruleikanum kundi útleggjast upp á fleiri mátar.
Eitt risaframstig
Sæð á hesum baksýni var Heimastýrislógin eitt risaframstig. Uttan mun til um tann danski politiski myndugleikin virkaði út frá ríkisegoistiskum ætlanum ella ikki, fingu føringar við hesi skipan ein møguleika til at menna sítt samfelag, vinnuliga, politiskt og tjóðskaparliga, sum helst er eindømi í 20. øld. Eftir at hava verið fyri vanbýti í 650 ár fingu teir eina lóg, sum var tætt við at vera grundlóg, og eina "ríkiskenda" stýrisskipan.
Hesin møguleikin verður serliga sjónskur, um vit hyggja at, hvussu gekst øðrum smáum tjóðum, bæði í og uttan fyri Europa, um somu tíð. Meðan Føroyar í lívd av Heimastýrislógini bygdu út sítt vinnulív, skaptu eitt nútíðar ferðslukervi, bygdu upp skúlaverk og sosiallóggávu, vælaðu um málið og gjørdu tað ment at lofta nútíðini, og meðan list, bókmentir og fróðskapur blómaðu, so tey nú nærkast altjóða støði, bløddi mong lítil tjóð, eitt nú í USSR, burtur, fólkaræðisliga niðurbundin, málsliga kúgað, morlað og jagstrað við tvingsilsflyting, morði og brandi. Summar av hesum tjóðum, eitt nú Kekenia, bjóða helst ongantíð bøtur.
Politisk ábyrgd flutt til Føroya
Niðurstøðan av hesum verður, at metingin hjá Kjartani Hoydal um Heimastýrislógina er púra burturvið, annaðhvørt tí hon er grundað á tørvandi kunnleika, ella tí hon sprettur úr einum óhepnum samanvavstri av hugmyndafrøði og pseudosøgu.
Heimastýrislógin var ikki bara eitt danskt krav, men eisini eitt føroyskt ynski. Við lógini fingu føringar, við at politisk ábyrgd var flutt av Christiansborg til Føroya, í stóran mun síni ynskir uppfylt. Og kanska fingu føringar við hesi lóg munandi meira, enn teirra veiki "fólkavilji" til eina víðgongdari skipan - hvørs neyva talvirði var sløk 33% av veljarafjøldini - kundi krevja.
Eitt annað mál er, um tíðarhvarvið hjá Heimastýrislóg og Ríkisfelagsskapi nú er av ella er um at vera av. Henda spurning fari eg at venda aftur til.
3.FULLVELDISÆTLANIN 1998-2000
Tá ið fullveldisstevnan varð borin fram á vári 1998, hevði ein - sum nevnt í míni fyrru kronikk - ta kenslu, at hetta var ein nýskapan í føroyskum politikki, sum - eftir eina eyðmýkjandi kreppu - sýntist at koma í tøkum tíma.
Av somu orsøk kendist tað ørkymlandi, at samgongan ikki beyð fleiri flokkum upp í sítt starv. At Javnaðarflokkurin varð hildin uttanfyri, kendist løgið, og rangvørgt, serliga tá hugsað verður um, at hesin flokkur sum tann fyrsti í føroyskum politikki í nýggjari tíð skeyt upp at skifta Heimastýrislógina út við eini dagførdari skipan. Men aðrir fyrimunir, helt ein tá, høvdu verið við einum breiðum samstarvi. Í grein í Sosialinum tann 26. februar 2000 skrivaði undirritaði:
Samgongan kann bjóða tí sjálvstýrishugaða andstøðuflokkinum upp í sítt samstarv og geva honum ávirkan á samgongunnar politikk - eisini á øðrum økjum enn tí ríkisrættarliga. Henda niðurstøða tykist so sólarklár, at ein undrast á, at hon ikki oftari hevur verið frammi. Í tí semju, sum kundi verið gjørd, hevði tjóðveldisflokkurin ivaleyst noyðst at slaka í raðfestingini - við tí úrsliti, at nýskipanir vórðu framdar, eftir at Føroyar vóru fíggjarliga sjálvbjargnar - og javnaðarflokkurin á tí prinsipiella økinum, soleiðis at skilja at hugtakið ríkisfelagsskapur varð endurskoðað.
Fyrimunirnir við eini slíkari loysn eru fleiri. Hon kann tryggja ta breiðu semju, sum allir partar tráa eftir, og sum hin samráðingarparturin leggur so stóran dent á. Hon kann tryggja samgonguni ein medleikara, sum frammanundan hevur gott samstarv við donsku stjórnina. Og hon kann tryggja samgonguni dyggari álit og undirtøku millum føringar og í øðrum pørtum av andstøðuni, tá ella um eitt samráðingarúrslit verður sent til fólkaatkvøðu.
Ongul í reyv
Tríggar vikur eftir at hesi orð høvdu staðið á prenti, byrjaðu samráðingarnar við donsku stjórnina. Samgongan valdi at halda fast um ta smølu leiðina, við lítlari, viðhvørt mest at kalla ongari, undirtøku í fólkinum. Og samgongan heystaði fruktirnar av hesum vali. Hennara umboð komu aftur ongul í reyv, og tá saman um kom, var einki "úrslit" sent út til nakra fólkaatkvøðu. Í áðurnevndu grein varð henda forsøgn førd fram:
Tað er lutanna speisemi, at samgongan, tá hon valdi at útihýsa einum potentiellum samstarvsparti, sjálv feldi ein leka inn í ta byrging, hon fór undir at byggja.
Aftur renna vit okkum í hetta nýansutrotið, sum Kjartan Hoydal ikki vil kennast við. Tí var tað ikki júst tjóðveldisfloksins trótandi førleiki til at hava nakað munagott orðaskifti um taktikk og strategi, hetta lyndið til at suspendera alla sjálvstøðuga hugsan og kritikkleyst elta sum fyri varð slóðað - við einum øðrum orði: floksins ótti fyri nýansuni - sum var ein høvuðsgrund til, at fullveldisskútan 1998-2000 kollsigldi?
4.HJÁLANDAVELDI SUM KØVANDI ELLA MENNANDI HUGTAK
Hóast hesin spurningur kanska einamest er akademiskur, er hann sera áhugaverdur. Hugsanin er í stuttum, at ein ávís kúgan er millum tær fyritreytir, sum ein tjóðskaparrørsla, møguliga endandi við fullveldi, byggir á. Dømi um eina slíka gongd eru eitt nú Ukraina ella Baltalond. Hinvegin hevur Kjartan púra rætt í, at ein kúgan kann vera so greflig, at hon køvir eina tjóð.
Tað serliga áhugaverda við hesum fyribrigdi er, at sjálvur tørvurin á kúgan sum mýtu hevur sítt egna lív uttan mun til, um nøkur verulig kúgan finst, ella um hon bara finst í eini spakari útgávu. Føringar hava, fyrst undir norskum og seinni undir donskum valdi, sum heild upplivað eina spaka kúgan. Hetta, saman við einum merkisverdum mentunarligum og málsligum seiggi og ríkidømi, hevur ført okkum rættiliga óskalaðar gjøgnum átta alda norsk-danska hjálandatíð.
Kúgan sum uppfinning
Men hinvegin hevur hetta havt við sær, at politikarar, sum byggja sína stevnu og sín stuðul á kúganarhugtakið, hava havt lítið av veruligum lóðuri at taka til, tá ið á stóð. Av tí at kúgan sum hugtak er ein neyðugur partur av teirra grundarlag, hava teir tí noyðst at uppfinna eina lutvís mýtologiska kúgan. Hetta lutvís fiktiva kúganarhugtakið livir enn millum okkara við sítt fríska lív.
Á ein hátt er hetta heilt natúrligt. Og ivaleyst finna vit hetta mýtologiska rákið í mongum londum, eisini - á annan hátt og í øðrum líki - í Danmark. Tað er tá ið kúganin sum mýtologi herjar inn á økir, har vit krevja vísindaligan stringens, uttanveltaða viðgerð ella listarlga dygga lýsing, at hon ørkymlar og verður hættislig. Er ikki filmurin hjá Ullu Boje Rasmussen, við sínum ivasama kúganarpostuláti og sínum heil- ella hálvsentimentalt sukurstroyddu hetjumyndum, eitt fullgott dømi um henda vanda?
5.STØðAN HJÁ UNDIRRITAÐA
Tá ið Tjóðveldisflokkurin bar sína nýggju politisku ætlan fram á vári 1998, høvdu Føroyar fá ár frammanundan verið í eini svárari fíggjarkreppu. Bæði kreppan sjálv, tann skuld, hon hevði við sær og landsins lækkaða umdømi høvdu kenst mongum føringi eyðmýkjandi. Mongum - úr ymiskum politiskum flokkum - tóktist, at brúk var fyri nýhugsan, og at henda nýggja politiska stevna kom á einum søguliga røttum tíðarmundi.
Mín egna støða var tann, at eg í mong ár hevði stuðlað Javnaðarflokkin, helst einamest av sosialum grundum. Tað serliga við tí nýggju politisku stevnuni hjá Høgna Hoydal var, at hon fevndi um ein heim, sum rakk út um vanlig flokspolitisk trongrum, sum fataði um Føroya politisku framtíð, og um hetta merkiliga og ikki altíð skilbundna hugtakið, vit rópa samleika. Hesin politikkur var tí ein avbjóðing, sum ikki minkaði av, at teir gomlu flokkarnir í eftirkreppputíðini - moralskt og hugmyndafrøðiliga - vóru bæði rivnir og skræddir.
Blokkstuðulin
Undirritaði valdi í hesi støðu at royna at leggja tey flokspolitisku glareyguni til viks og - eftir førimuni - hyggja fordómsleyst at gongd og politiskum tilboðum. Tað er tí ikki bara rætt, tá ið Kjartan Hoydal velur at síggja mína kronikk um eitt "ríkisfelagsskapsmanifest".
Dømi um eitt politiskt stig, sum samgongan er farin undir at fremja, og sum eftir mínum tykki er ógvuliga týðandi, er ætlanin - sum longu er komin nakað ávegis - at minka blokkstuðulin. Hesin politikkur er eftir mínum tykki rættur. Á mínum ferðum uttan fyri Føroyar havi eg sannað, at hann hevur bøtt munandi um landsins umdømi. Ein slíkur sigur er ikki lítil. Eisini tey, sum brúka sín sjálvsagda rætt til at geva einihvørjari samgongu ikki bara stuðul, men eisini kritiskt mótspæl, eiga at ásanna, at núverandi samgonga hevur givið føringum, og Føroya ungdómi, sjálvsvirðing og sjálvsálit aftur.
Stigmenning og breidd
Skal eg nú royna at lýsa ein høvuðsmun í áskoðan millum undirritaða og leiðsluna á fullveldisskútuni, so fevnir hann bæði um søguliga uppfatan, strategiska leið og politiskt stavnhald. Eftir míni hugsan má ein og hvør politisk nýskipan fyri Føroyar grundast á ríkisfelagsskapin og vaksa lívfrøðiliga burtur úr hesum politiska og mentunarliga stórsigri. Í øðrum lagi eigur ein slík skipan at verða gróðursett í fólksligari breidd.
Hetta kann hava tann fyrimun, at slíkar nýskipanir, av t.d. stjórnmálafrøðiligum ella løgfrøðiligum slag, verða gjølla umhugsaðar. Hinvegin borgar ein slík menning ikki fyri, at tær mest radikalu loysnirnar vinna frama í fyrstu syftu. Ein menning eftir hesum frymli kundi, uttan at farið verður í staklutir, sæð nakað soleiðis út:
A. Amtsstøða Løgtingið ráðgevandi. Lóggávuvald og
útinnandi vald í Danmark.
B. Heimastýri Løgtingið lóggevandi. Avmarkað
lóggávuvald og útinnandi vald flutt til
Føroya.
C. Heimastýri eftir Økt lóggávuvald og útinnandi vald.
sjálvstýrislóg Búskaparligt sjálvbjargni. Felags
grundlóg.
D. Samveldi Samstarv millum javnstødd ríkir, hvørt
við síni grundlóg. Lóggávuvald, útinn-
andi vald og dómsvald á føroyskum
hondum.
E. Loysing Samstarv millum sjálvstøðug ríkir.
Viljahugsan
Eg síggi ikki burtur frá tí møguleika, at stig C fellur burtur, og kanska vilja fullveldisfólk sum heild loypa bæði stig C og stig D um. Sambandsflokkurin flytir seg, í fyrstu syftu, neyvan longur enn til stig C. Hinvegin var ikki óhugsandi, at Javnaðarflokkurin, um hann var við í eini samgongu og fekk nøkur málsøkir afturfyri, eitt nú umsiting av sosialmálum ella eftirlønarmálum, flutti seg til stig D.
Í hesum sambandi er vert at gera vart við ein annan mun í áskoðan millum undirritaða og fullveldisvongin. Mong í hesum liði tykjast at hava ta somu viljaheimspeki, sum t.d. Lenin hevði: Tað, sum eg vil, verður. Eftir mínum tykki er ein slík heimspeki antirationell og ódemokratisk. Eitt er hugsanin hjá einum sjálvum, eitt annað er fólksins hugsan. Tað kann væl henda, at veruleikin vil nakað annað enn eg.
Á ein hátt er gongdin 1998-2000 eitt gott dømi um, hvussu lítil dugur er í viljaheimspekini hjá Lenin. Fullveldispolitikarar roknaðu við treytaleysum sigri, men vóru fyri ósigri av teirri orsøk, at teir - m.a. tí teir vildu sita á maktini einsamallir - valdu at líta á tað veika mandatið.
Mistilteinurin
Tað merkisverda í dag er ikki, at fullveldisvongurin hevur stóra undirtøku, men at andstøðan - hóast fullveldið í dag er tað politiskt korrekta, rúgvar nógv mest upp í fjølmiðlanna almenni, á skíggja, í lurti og á blaðteigum og verður profilerað, við almennum og privatum stuðli, av útlendskum listafólkum (sum Føroyar.Dk. eftir Ullu Boje Rasmussen er eitt gott dømi um)- framvegis stendur sera sterk. Javnaðarflokkurin fekk til seinasta val 20,9% og er framvegis ein mun størri enn Fólkaflokkurin. Sambandsflokkurin fekk 26% av atkvøðunum og fór 2,3% fram um Tjóðveldisflokkin. Við eini valluttøku upp á 91,1% umboða hesir flokkar tilsamans ein vilja, ið er væl sterkari enn loysingarviljin í 1946.
Báðir andstøðuflokkarnir hugsa nú um at taka seg burtur úr grundlógarnevndini. Hevði tað ikki verið ómakin vert, um ein stílar móti fullveldi, ella nýskipanum fullveldisvegin, at havt eyguni eftir slíkum mistilteinum? Og ber ikki til at siga, um ein hyggur at fullveldisroyndini 1998-2000, hesi merkisverdu ætlanini at gera sirkulin fýrkantaðan, at vestigia terrent?
Ríkið, sum Lenin grundaði á viljahugsan og nýansuloysi, fór í sor í 1989 og reisir seg ongantíð aftur. Kanska átti Kjartan Hoydal at spurt seg sjálvan, um tað loysir seg framegis at vála í brigdisleysum haga.