Britney: Comeback ella playback?

Um nakar skuldi verið í iva, so syngur Britney Spears ikki, tá hon í hesum døgum er á síni comeback konsetferð kring USA.

Á konsertini í vikuskiftinum í The House Of Blues í Orlando, Florida fekk Britney knappiliga tøkniligar trupulleikar, og ljóðsporið við røddini hjá henni, ið var banda frammanundan, fór at hakka, skrivar tv2..dk. Tann áður so vælumtókta popprinsessan varð somikið illa við av hendingini, at hon mátti venda sær burt. Hóast tøkniligi trupulleikin varð loystur beinanvegin, fór Britney skjótt eftir av pallinum, og konsertin varðaði sostatt einans 14 minuttir og ikki 20, sum ætlanin var, veit danska heimasíðan at siga frá.