Brøndby besta grasvøllin í donsku deildini – FCK vánaligast

Heyst-metingin av grasvallum í bestu donsku fótbóltsdeildini, “Superligaen”, er nú avgreidd. Enn einaferð stendur Brøndby eftir sum vinnari við einum stigatali á 4.47 út av 5.

Heyst-metingin av grasvallum í bestu donsku fótbóltsdeildini, “Superligaen”, er nú avgreidd. Enn einaferð stendur Brøndby eftir sum vinnari við einum stigatali á 4.47 út av 5. Hetta kann sigast at vera ógvuliga gott, tí samanber ein við altjóða leikvøllin, ið FCK umsita í gerandisdegnum, so hevur hann bert fingið 2.50 í árligu metingini. Metingin verður gjørd í samstarvi við leikarasambandinum.

 

 

 

Hóast Parkin liggur niðast millum grasvallirnar, so eru bæði JYSK park (Silkeborg) og Right to Dream Park (FC Nordsjælland) ávikavist nummar 11 og 12. Hetta eru graslíkisvallir, og liggja teir javnan á aftasta plássi.

 

Miðaltalið í metingini í ár gjørdist 3.54, ið er hægri enn í fjør - tá var miðaltalið 3.22.

 

 

 

Metingin tekur útgangsstøðið í, at liðformenn hjá útiliðnum siga sína meining – og meta við við karakteri, tá ið teir vitja aðrar vallir. Hendan mannagongd hevur verið nýtt í fleiri ár.

 

 

 

Støðan í mun til bestu – og keðiligastu fótbóltsvallir

 

(1= Ræðuligur/ 2= Undir miðal/ 3= í lagi/ 4= Yvir miðal/ 5= Fantastiskur)

 

1. Brøndby Stadion (Brøndby IF): 4,67

2. Energi Viborg Arena (Viborg FF): 4,56

3. Ceres Park (AGF) 4,44

4. Nature Energy Park (OB): 4,10

5. Sydbank Park (SønderjyskE): 4,00

5. MCH Arena (FC Midtjylland): 4,00

7. Aalborg Portland Park (AaB): 3,88

8. Vejle Stadion (Vejle Boldklub): 3,44

9. Cepheus Park Randers (Randers FC): 3,22

10. Parken (F.C. København): 2,50

11. JYSK park (Silkeborg IF): 2,00

12. Right to Dream Park (FC Nordsjælland): 1,25