Bronsuliðið í spildurnýggjari útgávu

Hóast B68 ikki hevur vunnið í Klaksvík nógvu tey seinastu árini, so verður tað í Klaksvík ikki mett sum avgreiðslusøk at spæla ímóti toftamonnum

Upptakt

Í fjør vunnu toftamenn bronsu. Av liðnum frá í fjør er helmingurin av spælarunum burtur, og talan er um lyklaspælarar, sum eru farnir aðra staðni. Í morgin fer B68 til Klaksvíkar við nýggjum liði. Toftamenn kappast við tíðina. Í steypakappingini var úrtøkan sera soltin. Teir arbeiða við at spæla nýggja liðið saman. Hóskvøldið, tá ið teir vandu á Skála (í gjárkvøldið skuldu teir venja í Runavík) vóru B68?arnir so frægt mannaðir til venjingar, sum teir annars ikki hava verið í ár.
Í hesi vikuni eru tveir av nýggju monnunum fluttir til Føroya. Talan er um Mikkjal Thomassen og Herbert í Lon, sum hava gjørt seg lidnar á politiskúlanum í Keypmannahavn.
Stinni íslendski málverjin hjá B68, Albert Sævarsson, hevur í hesi vikuni verið í Íslandi. Hóskvøldið varð sagt á Toftum, at hann skuldi koma aftur á klettarnar undan vikuskiftinum.
Í 1988 eydnaðist tað B68 at vinna 2?0 í Klaksvík. Síðani tá hava teir tapt nakrar ferðir, og fleiri ferðir hevur tað verið javnleikur. Eitt nú í fjør, tá ið tað endaði málleyst.

Stórur spenningur
Í Klaksvík hevur fótbóltslagið higartil í ár verið gott. Í morgin verður fyrsta týdningarmikla royndin hjá Ove Flindt?Bjerg og hansara monnum. Við steypakappingini í huga kundi tað sæð út sum um, at talan er um lætta uppgerð, men soleiðis síggja teir ikki uppá tað í Klaksvík. KÍ hevur higartil í ár fleiri ferðir havt nógv spæl á heimavølli, men tað hevur ikki altíð gingið so væl at fáa úrtøku burturúr møguleikunum.
Í hesi vikuni hava allir KÍ spælararnir verið til venjingar uttan Ove Nysted, sum ikki verður við tær næstu vikurnar. Allan Joensen og Fríðin Ziskason hava verið skaddir í fleiri vikur. Hóast teir hava vant í hesi vikuni, so eru teir ikki í myndini til dystin ímóti B68.
Jan Andreasen noyddist út við skaða í steypadystinum ímóti NSÍ. Leon Bjartalíð loysti hann av. Jan hevur vant aftur í hesi vikuni, men tað eru møguleikar fyri, at Leon, sum hevur staðið seg væl, fer at fáa møguleikan í morgin.