BROT ÚR BRÆVI (VI)

   

"_.. Nú er frøði úti og inni, drúgva verkfallið, sum gav løgmanni, høgum og lágum hungurs- og hall-hallucinatiónir, er avblást. Tilveran gjørdist beinanvegin lættari og blíðari. Orð Knut Hamsuns runnu mær í hug:
Men blide stunder, det har vi alle.
En Fange sitter paa sin Kjærre
og kjører til Skafottet,
en Spiker gnager ham i Sætet,
han flytter sig og føler det mere behageligt.

Handan aforisman kom úr tí kulturella rangastrúpanum, hoyri eg teg speiskliga siga.
Pápi tín var her í gjár. Hann gjørdi eitt rend á Norðhavið; men veruligur útróður kemur ikki upp á tal, nú verkfallið hevur stongt fiskamarknaðin í 4 vikur. Tað var ein stór teggja, hann gav okkum, og tú ivast sjálvandi ikki í, hvat var í pottinum í dag. Feskt hava vit ikki fingið í næstan tríggjar vikur.
Pápi tín var ikki meira enn farin, so kom Pætur inn á gólvið prátingarsamur og í góðum lag. Seinastu viku var hann inni í Dølum og setti okkum epli niður. Í seinra lagi kanska, men tað man ikki fara at bila, tí, sum hann sigur, opinekran er sera moldgóð. Og hann prátaði væl upplagdur: Tú minnist, at eg í seinastu viku tosaði um okkurt, sum yrkjarin Jóanes Nielsen hevði skrivað í blaðnum Fregnir. Nú hevur hann aftur skrivað, og hesaferð dregur hann sjálvan fanan úr blekkhúsinum. Hann skrivar um Ivan Karamazov og fanan úr skaldsøguni BRØÐURNIR KARAMAZOV eftir Dostojevskij. Ivan, miðlingurin av brøðurnum, er intellektuellur og nógv upptikin av religiøsum og filosofiskum spurningum. Í skaldsøguni lesa vit eisini legendina Stórinkvisitorurin, har Ivan ímyndar sær, at Kristus kemur aftur til jarðar 1500 ár eftir hansara himmalferð. Dramaið fer fram einastaðni í Sevilla í Spania, meðan inkvisitiónin har er í hæddini.
Ivan er ateistur, men í hjartanum goymur hann duldan fagnað fyri Kristus. Ein eginleiki ikki óvanligur hjá Dostojevskij. Eitt kvøldið, tá ið Ivan kemur til hús, fær hann eina óhugnaliga hallucinatión: Fremmandamaður situr í sofakrókinum, hábærsligur við tjúkkum hári, gránað eitt sindur á vanganum, avstubbað høkuskegg, dámligt anlitsbragd, som tó tykist at kunna broytast allar vegir, lorgnett í silkisnóri um hálsin, breiðan gullring á longutong og myrkabrúnum, mótakendum klædningi. Hesin distingveraði harrin er fanin, sum er komin at vitja, og við einum: orsaka at eg órógvi, byrjar samrøðan millum teir báðar, fanan og Ivan.
Danski háskúlamaðurin Knud Hansen skrivaði í 1973 bók um skaldskapin hjá Dostojevskij, og hana átti tú, Malan, at lisið fyrst, um tú ætlar at gera teg kunnugan við meginskaldið úr Russlandi. Eg veit væl, at Jóanes er bókamaður av teimum frægu, og tú skalt vara teg fyri at koma í hólmgongu við hann. Onkur tók soleiðis til, at tað, sum hann ikki hevur lisið, er ikki vert at lesa, men eg fari hóast hetta at halda, at um hann er av teirri áskoðan, at Fjodor Mikhajlovitj Dostojevskij hevur "pilkað sundur ta kristnu sálina" í destruktivum týdningi, so hevur hann lisið ein av heimsins størstu rithøvundum "in vain". Men kanska hevur hann lagt nakað í hasi orðini, sum eg ikki skilji, tí eingin fær meg at trúgva, at Jóanes hevur fingið BRØÐURNAR KARAMAZOV í tann kulturella rangastrúpan, sum Jógvan plagar at taka til.
Í einum brævi frá tukthúsinum í Sibiria dagfest mars 1854 skrivaði Dostojevskij m.a. soleiðis:
Jeg tror, at der intet skønnere findes, intet dybere, intet så dragende, intet så sandt, så modigt og fuldkomment som Jesus Kristus. Atter og atter fyldes jeg ved tanken om ham af en brændende lidenskab. Jeg siger til mig selv, at hans lige ikke blot ikke findes, men heller ikke kan findes.
Jeg siger endnu mere ? hvis nogen bragte mig beviset for, at sandheden om vort liv ikke er i Kristus, og hvis det skulle blive slået fast, at sandheden virkelig befinder sig et andet sted end hos ham, så vilde jeg dog vælge Kristus fremfor sandheden.

Óivað hevur Jóanes Nielsen lisið stuttsøguna ET LATTERLIGT MENNESKES DRØM eftir Dostojevskij. Hon handlar um ein ateist, sum við einum dreymi gjørdist eitt annað menniskja. Dreymurin lærdi hann, at tað ónda ikki er menniskjans rættvorðni standur, og at liva eftir boðnum: tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg, er einasta treytin fyri, at lívið kann livast. Og _. jamen Malan, tú situr og geispar. Far tú bara í song og droym teg so væl undir liðina á Jógvani, tí nú rími eg.
Góði Jógvan, Pætur dugir at siga tað. Og satt at siga, eg droymdi í nátt, at tín drúgva sjúkralega var ein óndur dreymur, og at tú komst til mín. Blide stunder, det har vi alle_"
Kærar heilsanir
frá okkum 5
Kona tín