Fyrsta umfar. VÍF vinnur 27-26 á hoyvíkingum, sum misnýta seks av sjey brotskøstum. Annað umfar. VÍF vinnur 23-21 á strandingum, sum misnýta fýra av fýra brotskøstum. Í so máta vóru kollfirðingar nakað raskari. Teir megnaðu nevnliga at skora upp á tvey av sínum brotskøstum. Men teir misnýttu eisini seks av slagnum, og enn einaferð vann VÍF tepran sigur. Hesafeðr 22-21.
Nei, tað er einki at siga til, um málverjarnar hjá VÍF eru teir, sum fólk í bygdini tosa mest um í hesum døgum. Tilsamans gevur omanfyri standandi tað úrslit, at mótstøðuliðini higartil í ár hava skotið 19 brotskøst, harav bara trý hava kastað mál av sær.
Kollfirðingar tóktust eisini leingi at hava rætta takið á VÍF sunnudagin. Grannauppgerðirnar teirra millum hava mangan verið sera tættar, og soleiðis var eisini hesaferð. Fyrra umfarið var tað tó fyri tað mesta KÍF, sum hevði munin, og tó at heimaliðið royndi at fylgja við, so gekk hetta sera striltið.
Eftir steðgin komu teir gulu tó betri eftir tí heila. Um miðjan hálvleikin eydnaðist teimum eisini at økja um frástøðuna til grannarnar, og við fimm minuttum eftir at spæla og 20-17 á talvuni mundu tey flestu halda, at her stóð væl til. KÍF noktaði tó at gevast. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at teir nú vóru á odda. VÍF javnaði við knøppum minutti eftir, men tað tóktist í øllum førum, sum skuldi KÍF fáa nakað við sær. Time-out varð tikið, og so var at fara í holt við tað, sum var ætlað sum seinasta álop í dystinum. Hetta gav tó einki av sær, og tá Karl Johan Durhuus so við seinastu skotroyndini kundi senda bóltin fram við mammubeiggjanum í KÍF málinum, endaði tað enn einaferð, soleiðis sum tað plagar í grannauppgerðunum. Við sigri til VÍF, sum tó mátti stríðast óvanliga hart fyri stigunum hesaferð.
Fakta um dystin
VÍF-KÍF 22-21 (9-10)
Málskjúttar
VÍF: Ingi Olsen 8(2), Agnar Joensen 6, Daniel Rápa 4, Karl Johan Durhuus 3, Áki G. Olsen 1
KÍF: Mirko Milenkvic 4(1), Regin Petersen 4, Eddie Joensen 4, Gert Hansen 3, Jóan Pauli Olsen 3(1), Rógvi Weihe 2, Petur Martin Poulsen 1
Brotskøst: VÍF 3, KÍF 8
Útvísingar: VÍF 5, KÍF 5
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum.