Liverpool er framvegis nummar tvey í Premier League, hóast liðið í dag spældi 2-2 javnleik móti Sunderland. Manchester City greiddi sín setning móti Bunley við tíggju monnum meginpartin av dystinum.
Liverpool kom á odda í fyrra hálvleiki við máli sum Daniel Sturridge skoraði, eftir at hava verið leikliga omaná fyrstu løtuna. Sunderland svaraði aftur við brotsspark stutt fyri hálvleik. Jermain Defoe umsetti úr ellivu metrum.
Í seinna hálvleiki var Liverpool greitt omaná og kom eisini á odda aftur eitt stórt korter fyri tíð, tá Sadio Mané beindi bóltin í málið. Enn eina ferð svaraði Sunderland aftur við brotssparki. Var ein lítil ivi um tað fyrra, so var ongin ivi um tað seinni, Sami Sadio Mané brúki hondina, og Jermain Defoe takkaði fyri og javnaði.
Manchester City fekk Fernandinho útvístan longu aftaná ein hálvan tíma. Pep Guardiola og hansara menn vunnu tó alíkavæl 2-1. Gael Clichy og Sergio Aguero skoraðu málini.
Premier League 20. umfar:
Middlesbrough 0 - 0 Leicester City
Everton 3 - 0 Southampton
Manchester City 2 - 1 Burnley
Sunderland 2 - 2 Liverpool
West Bromwich Albion 3 - 1 Hull City
West Ham United - Manchester United (17.15)
Stigatalvan:
1
19
29
49
2
20
25
44
3
20
19
42
4
19
22
40
5
19
23
39
6
19
10
36
7
20
5
30
8
20
4
29
9
19
-5
24
10
20
-6
24
11
20
-9
23
12
19
-10
22
13
19
-11
22
14
20
-7
21
15
19
-10
21
16
20
-5
19
17
19
-6
16
18
20
-18
15
19
20
-27
13
20
19
-23
12