Brotsspørk vóru avgerandi

Uppflytararnir úr Fuglafirði vunnu sunnudagin 4-2 á oyggjarfeløgunum úr Runavík. Avgerðin fall stutt fyri hálvleik, tá ið stóri spælarin í dystinum, Magni á Lakjuni, legði ÍF á odda 2-1 við brotssparki, stutt eftir at runavíkingar misnýttu eitt brotsspark

Teir mongu áskoðararnir, ið høvdu leitað sær til dyst í Fuglafirði millum ÍF og NSÍ sunnudagin fingu valuta fyri pengarnar. Dysturin var undirhaldandi og málríkur, og serliga fuglfirðingar borðreiddu til tíðir við stak góðum og skjótum fótbóltsspæli.

Avgerðandi løtan
Fuglfirðingar komu á odda tíðliga í dystinum, tá ið runavíkingar gjørdu sjálvmál. Jens Martin gleið, tá ið hann skuldi taka ímóti eini afturlegging, og bólturin trillaði í tóma málið. Nakað eftir hetta eydnaðist tað gestunum úr Runavík at javna, tá ið Helgi L. Petersen stútaði eitt innlegg undir Karstin Joensen í málinum hjá ÍF til 1-1. Hetta málið noyðist Karstin helst at taka á sínar herðar.
Tá ið okkurt um ein hálvur tími var farin av dystinum, kom avgerðandi løtan. Fyrst fóru runavíkingar í álop, og Jónstein Petersen smeyg sær inn í brotsteigin hjá ÍF, har hann bleiv feldur, og dómarin ivaðist ikki, men dømdi brotsspark. Sjúrður Jacobsen var settur at skjóta, men Karstin hevði lúrt hann av og bjargaði væl. Bert fáar minuttir seinni var vandi á ferð í hinum endanum av vøllinum. Bartal Eliasen, ið nú er blivin álopsleikari, var um at gerast leysur í brotsteiginum hjá NSÍ, men har var hann forðaður ólógliga av Óla Hansen, og so vóru tað fuglfirðingar, ið fingu brotsspark. Besti maður á vøllinum, Magni á Lakjuni, skoraði hegnisliga, og heimaliðið var á odda 2-1. Magni var framúrskarandi sunnudagin, og hvørja ferð hann hevði bóltin, var vandi á ferð. Við sínum frálíka teknikki hevur hann lætt við at snýta mótstøðumenninar, og tískil hevði NSÍ ofta tveir verjuleikarar á honum, og tað gav sjálvsagt størri rásarúm hjá viðleikum hansara.

Fuglfirðingar við yvirlutan eftir steðgin
Hóast tað Ian Højgaard javnaði fyri NSÍ stutt eftir steðgin við einum frálíkum langskoti, ið tók í stongina heilt uppi við samankomingina, so tóktist tað sum um, at tey bæði brotsspørkini í fyrra hálvleiki gav ÍF avgerðandi yvirvágina á vøllinum.
Í fyrra hálvleiki hevði spælið verið rættuliga javnt, men eftir steðgin var ÍF greitt tað betra liðið. Gamaní høvdu runavíkingar bóltin eins nógv og vertirnir, men tað gekk ógvuliga striltið hjá teimum at skapa nakað fram eftir vøllinum. Fuglfirðingar vóru hinvegin rættuliga vandamiklir framman fyri málinum hjá Jens Martin Knudsen, og tað gav eisini úrslit.
Um miðjan seinna hálvleik fekk ÍF fríspark úti í øðrum borðinum. Verjan hjá NSÍ brúkti nógva orku upp á at ansa eftir Bartali, og tað gav rúmd fyri øðrum leikarum hjá ÍF, og ein teirra, Rúni Elttør, kastaði seg fram við nærmastu stong og møtti frísparkinum við einum flúgvandi headara, sum streyk í málið, og so var ÍF á odda 3-2. Eina løtu seinni øktu fuglfirðingar um leiðsluna við einum væl gjøgnum spældum álopi. Hanus Eliasen spældi Bartal Eliasen leysan í vinstra borði, og Bartal gjørdi skjótt av og spældi beinan vegin inn fyri til Eyðolv Petersen, ið kom tuskandi, og hann beindi bóltin í netið, og so var dysturin avgjørdur. Hetta seinasta málið var sera skjótt og væl spælt, og spælararnir hjá ÍF rørdu bóltin bert eina ferð, áðrenn hann bleiv spældur víðari, og tað gjørdi, at verjan hjá NSÍ ongantíð kom upp á pláss, áðrenn bólturin lá í málinum.
Seinastu løtuna av dystinum var spælið heldur tilvildarligt, men tað var nærri 5-2 til ÍF, enn tað var, at NSÍ fekk pyntað um úrslitið.


ÍF-NSÍ 4-2 (2-1)
1-0 Sjálvmál
1-1 Helgi L. Petersen
2-1 Magni á Lakjuni brts.
2-2 Ian Højgaard
3-2 Rúni Elttør
4-2 Eyðolvur Petersen