Brotssparkshetjan er ikki nøgdur við spælið

(Rás2) Teitur Matras Gestsson bjargaði tveimum brotsspørkum, men er ikki nøgdur við spælið hjá HB

Málverjin hjá HB, Teitur Matras Gestsson stjól yvirskriftirnar í Gundadali í dag, tá B36 og HB leiktu javnleik 1-1.

 

Teitur Matras Gestsson bjargaði tveimum brotsspørkum í dystinum, tá Róaldur Jakobsen og Meinhard E. Olsen royndu seg frá brotssparksblettinum.

 

Men brotssparkshetjan hjá HB er kortini ikki nøgdur. Hann fílist á, at spælið ikki er nóg gott. Hetta staðfesti Teitur Matras Gestsson í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Teitur Matras Gestsson. Teitur gav sær eisini tíð til at útgreina hvussu hann bar seg at tá hann bjargaði tveimum brotsspørkum í dag.

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Róald Jakobsen hjá B36 hoyrist HER